Skip to content

Harmljóðini 3

3
Triði songur
1Eg eri maðurin, sum eymd havi roynt undir hans vreiðikoyrli; 2meg hevur hann rikið og koyrt í myrkur, har einki ljós er at hóma; 3hann hond síni bregður ímóti mær tann líðilanga dag, 4hevur skrætt av mær hold og húð og brotið bein míni. 5Hann laðaði garð kring meg, byrgdi meg inni við beiskleika og móði, 6læt meg búgva í myrkri eins og teir, ið fyri longum eru deyðir. 7Hann girdi meg inni við steingjandi garði, gjørdi tung míni fjøtur. 8Tó at eg rópi og bøni, steingir hann fyri míni bøn. 9Við høgdum steinum hann byrgdi mín veg, gjørdi leið mína ógongda; 10hann varð mær sum bjørn, ið liggur í stilli eins og ljón á loynum; 11hann vilti meg, skræddi meg sundur og legði meg í oyði; 12hann spenti sín boga, reisti meg sum skotmál fyri ørv sína; 13í míni nýru hann sendi synir ørvahúsa síns; 14øllum tjóðum til láturs eg varð, í táttum teirra alsamt spottaður; 15hann mettaði meg við beiskum urtum, gav mær malurt at drekka, 16læt meg bróta mínar tenn á steinum, nívdi meg niður í dusmið; 17hann rændi úr sál míni friðin, eg gævuna gloymdi 18og segði: «Horvin er lívsmegi mín, vón mín til Harrans.» 19At minnast mína eymd og fjakkan er sum malurt og eitur; 20alsamt sál mín hugsar um hetta og kúrir í mínum barmi.
21Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: 22Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; 23hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. 24Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann. 25Góður er Harrin teimum, ið honum bíða, teirri sál, ið eftir honum leitar. 26Gott er kvirrur at bíða eftir hjálp frá Harranum. 27Gagnligt er manni ungur at bera ok, 28í einingi tigandi sita, tá ið hann leggur tað á hann, 29toyggja munn sín niður í dusmið, enn er kanska vón, 30rætta honum sín vanga, ið slær, og metta seg við skemd. 31Tí at ikki skúgvar Harrin ævinliga frá sær; 32hevur hann nívt, man hann várkunna aftur, tí at mikil er miskunn hans; 33tí at ikki av hjarta hann plágar og nívir mannanna børn. 34Tá ið allir fangar í landinum verða traðkaðir undir fótum, 35tá ið mansins rættur verður rongdur fyri ásjón hins hægsta, 36tá ið maður verður órættaður í sínum máli – skuldi tá Harrin ikki sæð tað? 37Hvør talaði, so at tað gekk út, uttan at Harrin hevði boðið tað? 38Koma ikki av munni hins hægsta bæði gæva og ógæva? 39Yvir hvat skal maður á foldum kvarta? Hvør og ein yvir sína synd!
40Latum okkum rannsaka, kanna várar vegir og snúgva okkum til Harrans, 41hevja várum hjørtum og hondum til Guðs á himnum! 42Vit hava syndað og treiskast, og tú fyrigavst okkum ikki, 43men huldi teg í vreiði, elti og drapst okkum eirindaleyst; 44tú huldi teg í skýggjum, so eingin bøn slapp ígjøgnum; 45sum sóp og burturkast tú setti okkum tjóðanna millum. 46Allir fíggindar okkara tambaðu upp gapið móti okkum. 47Øtan og ræðsla okkum lutaðist, oyðing og týning; 48sum løkir renna míni tár vegna ógævu dóttur fólks míns. 49Uttan íhald gráta míni eygu og helma ikki í, 50fyrr enn Harrin skoðar av himni og gevur tí gætur. 51At síggja døtur borgar mínar elvir sál míni sút.
52Fyri onga søk mínir fíggindar veiddu meg eins og fugl, 53tveittu meg livandi niður í gryvju og grýttu meg við gróti; 54vatn fløddi yvir høvur mítt; eg hugsaði: «Eg eri farin!» 55Eg kallaði, Harri, á navn títt upp úr teirri djúpu gryvju; 56tú hoyrdi mína rødd: «Á, tipp ikki oyrað fyri neyðarrópi mínum!» 57Tá ið eg rópaði, vart tú mær hjá og beyðst mær ikki at óttast. 58Mál mítt, Harri, tú vardi og endurloysti mítt lív; 59Harri, tú sært tann órætt, eg líði, veit mær mín rætt; 60allan teirra hevndarhug sært tú, øll teirra loyniráð, 61teirra háðan hoyrir tú, Harri, øll loyniráð teirra ímóti mær, 62tað, sum fíggindar mínir hugsa og mæla ímóti mær tann líðilanga dag. 63Hygg, hvussu teir í táttum sínum støðugt meg spotta. 64Harri, løn teimum tað aftur eftir verkum handa teirra, 65legg tú skýlu yvir hjarta teirra, ilt biði tú yvir teir, 66elt teir í vreiði, oyð teir út undir tínum himni.