Bible App logo
Search Icon

Jósvabók 9

9
Svik Gibeonita
1Tá ið nú kongarnir, ið búðu hinumegin Jórdan, í fjallalandinum, á láglandinum og á allari strondini fram við havinum mikla alt at Libanon, Hetitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, spurdu hetta, 2tá tóku teir seg allir samlir saman til tess at berjast móti Jósva og Ísrael. 3Men tá ið íbúgvar Gibeons hoyrdu, hvussu Jósva var farin við Jeriko og Ai, 4fóru teir við svikum, fingu sær ferðavistir, løgdu gamlar sekkir upp á asnar sínar og gamlar, sundurstoknar, afturbøttar vínkíkar; 5og teir skøddu seg við gomlum, slitnum klássum og lótu seg í spjarrar; og alt breyð, sum teir høvdu til ferðar, var turt og molnað. 6Soleiðis fóru teir á fund við Jósva, gingu inn í herbúðirnar við Gilgal og søgdu við hann og allan Ísrael: «Vit eru komnir úr fjarlagdum landi, gerið nú sáttmála við okkum!» 7Ísraelsmenn svaraðu Hivitum: «Kanska tit búgva her um leið, hvussu mega vit tá gera sáttmála við tykkum?» 8Men teir søgdu við Jósva: «Vit eru trælir tínir.» Og Jósva segði við teir: «Hvørjir eru tit, og hvaðan koma tit?» 9Teir svaraðu honum: «Úr einum ógvuliga fjarlagdum landi eru trælir tínir komnir vegna navn Harrans, Guðs tíns, av tí at vit hava hoyrt gitið hans og alt, sum hann gjørdi í Egyptalandi, 10og hvussu hann fór við báðum kongum Ámorita hinumegin Jórdan, Sihoni kongi av Hesjbon og Og kongi av Básjan, sum búðu í Asjtarot; 11tí hava okkara elstu og allir íbúgvar lands várs boðið okkum at taka ferðavistir og fara á fund við tykkum og siga við tykkum: Vit eru trælir tykkara, gerið nú sáttmála við okkum. 12Her síggja tit breyð okkara! Tað var nýbakað, tá vit tóku tað við okkum heiman tann dagin, tá ið vit fóru avstað til tess at hitta tykkum. Og síggið nú, hvussu turt og molnað tað er! 13Og hesir vínkíkar, ið vóru nýggir, tá ið vit fyltu teir, eru nú illa farnir, og skógvar okkara eru skræddir og klæðini rivin av teirri drúgvu ferð.» 14Menninir tóku tá nakað av ferðavistum teirra uttan at spyrja Harran um ráð. 15Og Jósva bant frið við teir og gjørdi tann sáttmála við teir, at teir skuldu verða á lívi, og høvuðsmenn savnaðarins svóru teimum grið. 16Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt henda sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir vóru grannar teirra og búðu tætt við, 17tí at tá ið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir á triðja degi at borgum teirra; borgir teirra vóru Gibeon, Kefira, Beerot og Kirjat-Jearim. 18Men Ísraelsmenn drópu ongan teirra, av tí at høvuðsmenn savnaðarins høvdu svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tá ilskaðist allur savnaðurin inn á høvuðsmenninar; 19men allir høvuðsmenninir søgdu við allan savnaðin: «Vit hava svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tí mega vit nú einki ilt gera teimum.» 20Og høvuðsmenninir søgdu framvegis: «Á lívi skulu teir verða, so at ikki vreiði skal koma oman yvir okkum aftur fyri tann eið, sum vit hava svorið teimum; 21men hetta vilja vit gera við teir: Teir skulu verða á lívi, men verða viðahøggarar og vatnberar hjá øllum savnaðinum.» Og so varð gjørt við teir, sum høvuðsmenninir høvdu sagt. 22Tá stevndi Jósva teimum til sín og segði við teir: «Hví sviku tit okkum og søgdu, at tit búðu langt av leið frá okkum; og so búgva tit tætt við? 23Tí skulu tit verða bølbidnir og trælir allar ævir, viðahøggarar og vatnberar í húsi Guðs várs!» 24Teir svaraðu Jósva og søgdu: «Vit høvdu hoyrt gitið, at Harrin, Guð tín, hevði heitt Mósesi landið og boðið honum at avoyða allar íbúgvar tess; tí óttaðust vit um lívið fyri tykkum; og tess vegna gjørdu vit hetta. 25Og sí, nú eru vit í tínum valdi; far nú við okkum, eins og tú heldur vera gott og rætt.» 26Soleiðis gjørdi hann við teir og bjargaði teimum undan valdi Ísraelsmanna, so at teir ikki drópu teir. 27Og Jósva gjørdi teir tann dagin til viðahøggarar og vatnberar fyri savnaðin og fyri altar Harrans. Og tað eru teir enn í dag á tí staði, sum hann útvaldi.

Currently Selected:

Jósvabók 9: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in