YouVersion Logo
Search Icon

Jóel 2

2
Ongspretturnar herja sum fíggindaherur
1Blásið lúðurin í Zion, hevjið herróp á heilaga fjalli mínum, so at øll í landinum skelva, tí at dagur Harrans kemur. 2Hann er í nánd, ein dagur við myrkri og niðu, dagur við skaddu og skýsorta; mikil tjóð og veldig breiðir seg út á fjøllum eins og morgunroðin; hennara líki hevur ikki verið og kemur ikki aftur í komandi tíðum, meðan menn eru á døgum. 3Fyri henni er oyðandi eldur, aftan á hana brennandi logar; undan henni var landið eins og Edens garður, eftir henni ein oyðisandur, undan henni kemst einki. 4Sum hestar eru teir á at líta, sum reiðmenn toka teir fram; 5tað er sum dun av vagnum, ið fara yvir fjallaknúkar, eins og ljóð av hálmi, sum brennur á eldi, eins og veldigur herur til bardaga búgvin. 6Tjóðir skelva fyri teimum, øll andlit skifta lit. 7Sum hetjur toka teir fram, sum hermenn teir klíva upp á borgargarðar; beint fram halda teir leið síni, eingin teirra víkur til viks. 8Teir troðkast ikki, hvør teirra gongur fram á síni rás; gjøgnum ørvaskúrir halda teir áfram, einki kann teimum forða. 9Teir ráðast á borgina, leypa upp á borgargarðin, klíva upp í húsini og koma inn um gluggarnar eins og tjóvar. 10Fyri teimum nøtrar jørðin, og himnarnir skelva; sól og máni køvast av, og stjørnurnar missa sín ljóma. 11Undan herliði sínum hevjar Harrin sína rødd, tí at ovurstórur er herur hans og fjølmangir teir, ið fremja hans boð. Ja, mikil er dagur Harrans og ræðuligur; hvør fær staðist fyri honum.
Áminning um at vinna Harrans náði við bøn og føstu
12Og nú – svá sigur Harrin – vendið um til mín av øllum hjarta við føstu, gráti og venan; 13álið sundur hjørtu tykkara og ikki klæði tykkara, og horvið aftur til Harrans, Guðs tykkara, tí at hann er náðigur og mildur, tolinmóður og góðskuríkur og iðrar seg um tað illa. 14Kanska hann hálsar um og iðrar seg og letur signing eftir seg, so at Harrin, Guð tykkara, aftur fær grónoffur og droypioffur. 15Blásið í lúðurin í Zion, lýsið heilaga føstu og kunngerið hátíðarstevnu. 16Kallið fólkið saman, halgið savnaðin, stevnið hinum elstu saman, savnið børnini, eisini bróstabørnini; brúðgómurin gangi út úr herbergi sínum og brúðurin út úr brúðarskemmu síni, 17millum forsals og altars skulu prestarnir, Guðs tænarar, standa grátandi og siga: «Várkunna, Harri, fólki tínum, lat ikki tín arvalut verða til spott, so at heidningarnir fáa vald á honum; hví skulu menn siga heidninganna millum: Hvar er nú Guð teirra?»
Harrin skal sláa fíggindarnar
18Tá varð Harrin vandlátur fyri sínum landi og várkunnaði fólki sínum. 19Og Harrin svaraði fólki sínum: Sí, eg gevi tykkum korn og vín og olju til at mettast av, og ikki meira lati eg tykkum vera til spott heidninganna millum. 20Og fíggindan norðaneftir reki eg langt burtur frá tykkum og syndri hann út í reyn og oyðisandar, oddaflokk hansara út í eysturhavið og halaflokkin út í vesturhavið; har skal deymur og ringur dampur av honum standa; tí at stórverk vildi hann inna. 21Óttast ikki, tú jørð, men fegnast og gleð teg, tí stórverk hevur Harrin útint. 22Óttist ikki, tit djór á markini, tí at nú munnu hagabeitini grønkast; trøini bera nú ávøkst, fikutrø og víntrø geva av allari síni gróðrarmegi. 23Fegnist, tit Zionsbúgvar, og gleðist í Harranum, Guði tykkara, tí at hann gevur tykkum føðslu til frelsu, sendir tykkum regn av himni, bæði heystregn og várregn eins og áður. 24Treskivøllurin fyllist av korni; fargini eru á tremur av vínberjaløgi og olju; 25eg gjaldi tykkum fyri tey ár, tá ið grashoppurnar oyddu, ongsprettan, flysarin og gnagarin ótu alt upp, mín mikli herur, sum eg móti tykkum sendi. 26Og tit skulu eta og mettast og lova navni Harrans, Guðs tykkara, sum tílíkt undur hevur gjørt ímóti tykkum; ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar; 27tit skulu viðurkenna, at eg eri í miðjum Ísrael, og at eg og eingin annar eri Harrin, Guð tykkara; og ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar.

Currently Selected:

Jóel 2: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in