YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 42

42
Job eyðmýkir seg fyri Guði
1Tá svaraði Job Harranum og segði: 2«Eg veit, at tú megnar alt, og at einki er tær ógjørligt! 3«Hvør er hesin, ið myrkir fyri ráðagerðum mínum við høpisleysari talu?» Ja, eg havi talað um tað, sum eg einki skil hevði á, um lutir, ið mær vóru ov undurfullir, og sum eg ikki kendi. 4Hoyr, eg biði teg, eg ætli at tala og spyrja teg, og tú skalt læra meg! 5Eg hevði eina hoyrt um teg, men nú hevur eyga mítt sæð teg; 6tí taki eg orð míni aftur og beri angur í mold og øsku!»
Guð revsar vinirnar, men fyrigevur teim vegna forbøn Jobs
7Eftir at Harrin hevði mælt hesum orðum til Jobs, segði hann við Elifaz Temanita: «Vreiði mín er tendrað móti tær og báðum vinum tínum, av tí at tit hava ikki talað rætt um meg, eins og tænari mín Job. 8Men takið tykkum nú sjey tarvar og sjey veðrar og farið til tænara mín Job og ofrið brennioffur fyri tykkum, og Job tænari mín skal biðja fyri tykkum, tí at vegna forbøn hans skal eg ikki lata tykkum bøta fyri tann dárskap, at tit ikki talaðu rætt um meg eins og tænari mín Job!» 9Tá fóru teir Elifaz Temaniti og Bildad Sjúhiti og Zofar Náamatiti og gjørdu soleiðis, sum Harrin hevði boðið teimum; og Harrin bønhoyrdi Job.
Job verður eydnuríkari enn áður
10Og Harrin vendi lagnu Jobs, tá ið hann hevði biðið fyri vinum sínum. Og alt, sum hann hevði átt, gav Harrin honum tvífalt aftur. 11Síðan komu til hansara allir brøður og allar systrar hans og allir, sum áður høvdu verið kunningar hans, og hildu máltíð saman við honum í húsi hans, sýndu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla ta ógævu, sum Harrin hevði latið koma oman yvir hann; og teir góvu honum hvør ein ring av gulli. 12Harrin signaði evstu æviár Jobs enn meir enn hini fyrru; honum ognaðist fjúrtan túsund smalur, seks túsund kamelar, túsund pør av oksum og túsund øsnur. 13Og hann fekk sjey synir og tríggjar døtur; 14eina nevndi hann Jemimu, aðra Keziu og hina triðju Keren-Happuk. 15So fríðar konur sum døtur Jobs funnust ikki í øllum landinum. Og hann gav teimum arv við brøðrum teirra. 16Job livdi eftir hetta eitt hundrað og fjøruti ár og sá børn og barnabørn síni í fjórða ættarliði. 17Og Job doyði gamal og mettur av døgum.

Currently Selected:

Jobsbók 42: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy