Skip to content

Jobsbók 3

3
Job bannar degi sínum
1Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum. 2Og Job tók til orða og segði: 3«Hvørvi tann dagur, tá ið eg var føddur, tann nátt, sum segði: «Sveinsbarn er gitið!» 4Tann dagurin verði myrkur, Guð har uppi spyrji ikki eftir honum, eingin dagsglæma lýsi á hann! 5Bølamyrkur heinti hann heim aftur, tokur leggist um hann, sortar ræði hann! 6Myrkrið gloypi teirri nátt, hon verði ei við millum ársins dagar, hon komi ei upp í mánaða tal! 7Ja, oyðin og ber verði henda nátt, eingin fagnaður ljóði á henni! 8Teir, ið banna døgum, banna henni, teir, ið kønir eru í at mana upp Livjatan! 9Myrkni morgunstjørna hennar, til einkis hon bíði eftir lýsing, eygnabrýr morgunroðans fái hon aldri at síggja, 10tí at hon stongdi ei fyri mær dyr móðurlívsins og fjaldi ei kvølina fyri eygum mínum!
Hví doyði eg ikki í móðurlívi?
11Hví doyði eg ikki í móðurlívi ella andaðist alt fyri eitt á móðurfangi? 12Hví vóru knæ at taka ímóti mær, hví vóru bróst til mín at súgva? 13So hevði eg nú ligið og hvílt, so hevði eg sovið og havt frið 14hjá kongum og tívum á jarðarríki, ið bygdu sær gravarhallir, 15hjá høvdingum, ið áttu almikið gull, ið hús síni fyltu við silvuri! 16Ella eg var ikki til, eins og duldur burður, eins og børn, sum ongantíð sóu ljósið! 17Har halda gudleysir uppat við háva sínum, har verða troyttir hvíldir. 18Har hava allir fangarnir ró, har hoyra teir ikki fangavarðarins róp. 19Smá og stór eru líka har, og trælurin er har leysur við harra sín.
Hví skulu tey liva, sum líða og ynskja sær deyðan?
20Hví gevur hann teimum ljós, ið líða, teimum lív, ið sorgarbundin eru, 21teimum, sum stunda á deyðan, men til einkis, sum grava eftir honum meir enn eftir fjaldum gripum, 22teimum, sum gleðast um ein gravstein, og fegnast, tá ið teir grøvina finna 23– tí manni, sum onga gøtu sær, sum Guð hevur byrgt inni? 24Tí at stynjan er vorðin mítt dagliga breyð, og klaga mín rennur sum vatn. 25Tí at tað, sum eg óttist, rámar meg, tað, sum eg ræðist, hendir meg. 26Neyvan fái eg frið, neyvan fái eg rógv, neyvan fái eg linna, so kemur órógv aftur.»