YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 20

20
Hevndarbardagi móti Benjaminitum
1Tá hildu allir Ísraelsmenn avstað, og allur savnaðurin kom saman frá Dán til Beersjebu og úr Gileads landi frammi fyri Harranum í Mizpa. 2Og allir høvdingar fólksins av øllum ættum Ísraels gingu fram, har ið fólk Guðs var komið saman fýra hundrað túsund herbúnir menn av gonguherfólki. 3Benjaminitar frættu nú, at Ísraelsmenn vóru komnir til Mizpa, og Ísraelsmenn mæltu: «Sigið, hvussu henda illgerð hevur borist á!» 4Tá mælti Levitin, maðurin hjá hini myrdu konuni, og segði: «Eg og hjákona mín komu til Gibeu í Benjamin til tess at gista har. 5Men menninir í Gibeu risu upp ímóti mær og kringsettu um náttina húsið, sum eg var í. Meg ætlaðu teir at drepa; og hjákonu mína neyðtóku teir soleiðis, at hon doyði. 6Tá tók eg hjákonu mína, skar hana sundur í lutir og sendi teir um alt ognarland Ísraels, av tí at teir høvdu framt ósømdir og skemdarverk í Ísrael. 7Tit Ísraelsmenn eru nú allir her. Komið nú fram við hugsanum og ráðum tykkara!» 8Tá fór alt fólkið sum ein maður á føtur og segði: «Eingin okkara vil fara heim aftur og eingin fara inn aftur í hús sítt. 9Men soleiðis vilja vit nú gera við Gibeu: Vit vilja fara ímóti henni eftir lutakasti; 10og vit skulu taka tíggju mans av hundrað av øllum ættum Ísraels og hundrað av túsund og túsund av tíggju túsund til tess at fáa vistir til vega til teirra, ið komnir eru at endurgjalda Gibeu til fulnaðar ta skemdargerð, sum teir hava gjørt í Ísrael!»
11Tá savnaðust allir Ísraelsmenn ímóti borgini, allir samhugaðir sum ein. 12Og menn úr ættum Ísraels vórðu sendir um alla ætt Benjamins og søgdu: «Hvat er hetta fyri illgerð, ið tit hava gjørt? 13Flýggið nú út menninar, hasi vittuggini í Gibeu, so at vit fáa tikið teir av lívi og oytt hitt illa úr Ísrael.» Men Benjaminitar vildu ikki lurta eftir orðum brøðra sína, Ísraelsmanna. 14Benjaminitar savnaðust tá úr borgunum til Gibeu til tess at fara í hernað móti Ísraelsmonnum. 15Tjúgu og fimm túsund herbúnir Benjaminitar úr borgunum vórðu kannaðir tann dagin umframt menninar úr Gibeu, sum kannaðir vórðu, sjey hundrað vígførir menn. 16Av øllum hesum herfólki vóru sjey hundrað úrvalsmenn, ið vóru lámir; allir hesir kundu sleingja steinar og einki kastið missa. 17Tá ið Ísraelsmenn vórðu kannaðir, vóru teir umframt Benjamin fýra hundrað túsund herbúnir menn; allir hesir vóru hermenn.
18Síðan hildu teir niðan til Betel og leitaðu ráð við Guð, og Ísraelsmenn spurdu: «Hvør okkara skal fyrstur fara í hernaðin móti Benjaminitum?» Harrin svaraði: «Júda skal fara fyrstur!» 19Um morgunin hildu tá Ísraelsmenn avstað og settu upp herbúðir sínar við Gibeu. 20Ísraelsmenn fóru í bardaga móti Benjaminitum; og Ísraelsmenn búðust til at herja á Gibeu. 21Men Benjaminitar gjørdu álop út úr Gibeu og vógu av Ísrael tann dagin tjúgu og tvey túsund mans. 22Tá fóru Ísraelsmenn niðan til Betel og grótu fyri ásjón Harrans alt til kvølds; og teir leitaðu ráð við Harran og spurdu: «Skal eg aftur hevja orrustu móti sonum Benjamins, bróður míns?» Og Harrin svaraði: «Herja á hann!» 23Tá herdu Ísraelsmenn hugin og búðust til bardaga á sama staði, sum teir dagin frammanundan høvdu sett upp fylking. 24Og annan dagin ráddust Ísraelsmenn á Benjaminitar. 25Men Benjaminitar løgdu annan dagin út av Gibeu ímóti teimum og jarðløgdu átjan túsund mans afturat, sum allir vóru førir til víggja. 26Tá fóru allir Ísraelsmenn og alt fólkið niðan til Betel; og teir grótu og sótu har fyri ásjón Harrans; teir fastaðu tann dagin til kvølds og ofraðu brennioffur og takkaroffur frammi fyri Harranum. 27Síðan leitaðu Ísraelsmenn ráð við Harran – tí at har var sáttmálaørk Guðs á teimum døgum, 28og Pinehas, sonur Eleazars Áronssonar, gjørdi tænastu fyri ásjón hans á teimum døgum – og spurdi: «Skal eg aftur leggja til bardaga móti sonum Benjamins, bróður míns, ella skal eg lætta av?» Og Harrin svaraði: «Far, tí at í morgin skal eg geva teir upp í hendur tínar!»
29Ísraelsmenn lótu tá menn leggja seg á loynum kring um Gibeu. 30Síðan hildu Ísraelsmenn ímóti Benjaminitum triðja dagin og fylktu seg ímóti Gibeu eins og hinar fyrru ferðirnar. 31Tá løgdu Benjaminitar út ímóti herinum og lótu seg lokka burtur frá borgini út á vegirnar móti Betel og móti Gibeon og tóku at ráðast á herin eins og hinar fyrru ferðirnar og vógu úti á víðavangi okkurt um tríati av Ísraelsmonnum. 32Tá hugsaðu Benjaminitar: «Nú dvína teir fyri okkum eins og áður.» Men Ísraelsmenn høvdu sagt: «Vær skulum flýggja til tess at lokka teir burtur frá borgini út á vegirnar.» 33Síðan hildu allir Ísraelsmenn avstað og fylktu seg í Báal-Támar, og teir Ísraelsmenn, sum høvdu ligið á loynum, tustu fram fyri vestan Geba. 34Nú løgdu fram at Gibeu tíggju túsund mans, úrvalslið úr øllum Ísrael, og elvdist har hørð orrusta; men hinir vistu ikki, at ógævan nú fór at ráma teir. 35Tá læt Harrin Benjaminitar fáa ósigur av Ísrael; og Ísraelsmenn feldu tann dagin av Benjaminitum tjúgu og fimm túsund og eitt hundrað mans, ið allir vóru førir til víggja. 36Tá sóu Benjaminitar, at teir vóru við undirlutan. Ísraelsmenn høvdu givið Benjaminitum opnar ræsur, tí at teir litu á tað herliðið, sum teir høvdu sett til at sæta Gibeu. 37Og teir, sum høvdu ligið á loynum, tustu fram og herjaðu á Gibeu, og teir oyddu alla borgina við svørði.
38Men Ísraelsmenn høvdu avrátt við teir, ið lógu á loynum, at lata royk fara upp úr borgini. 39Ísraelsmenn høvdu seg tá burtur úr orrustuni; men Benjaminitar hildu aftan á teir, og tá ið teir høvdu felt einar tríati av Ísraelsmonnum, hildu teir seg fyri vist at hava vunnið sigur av teimum eins og í fyrru orrustuni. 40Men tá tók royksúlan at stíga upp úr borgini; og tá ið Benjaminitar hugdu aftur um seg, sí, tá stóð roykur úr allari borgini upp til himins. 41Og tá ið Ísraelsmenn samstundis vendu við aftur, kom ræðsla á Benjaminitar, tí at teir sóu, at ógævan nú var komin yvir teir. 42Teir hildu tá undan Ísraelsmonnum út í oyðimørkina; men ófriður gekk á teir allan vegin; og teir, ið komu út úr borgunum, drópu teir. 43Teir settu manngarð um Benjaminitarnar og eltu teir og tróðu teir undir fótum, hvørja ferð teir vildu hvíla, alla leið alt eystur móti Geba. 44Av Benjamin fullu átjan túsund mans, ið allir vóru reystir kappar. 45Teir hildu tá undan og flýddu út í oyðimørkina at Rimmon kletti; men hinir feldu eftir vegnum fimm túsund mans av teimum afturat; síðan eltu teir teir alt til Gideom og feldu aftur tvey túsund mans av teimum. 46Soleiðis fullu tann dagin tjúgu og fimm túsund herbúnir Benjaminitar, allir reystir kappar. 47Tá hildu teir undan og flýddu út í oyðimørkina at Rimmon kletti, seks hundrað mans, og hølaðust har í fýra mánaðir. 48Men Ísraelsmenn snúðust aftur til Benjaminitarnar og feldu teir við svørði, bæði menn og fenað og alt, sum har fanst; og allar borgir har um leið settu teir eld á.

Currently Selected:

Dómarabókin 20: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy