Dómarabókin 12:5-6
Dómarabókin 12:5-6 FB
og teir byrgdu vaðini um Jórdan fyri Efraimitum: Og hvørja ferð einhvør flóttamaður úr Efraim rópaði: «Lat meg koma yvirum!» spurdu Gileads menn: «Ert tú Efraimiti?» og um hann tá svaraði: «Nei,» søgdu teir við hann: «Sig Sjibbolet»! Og um hann tá segði: «Sibbolet», av tí at hann ikki kundi bera orðið rætt fram, tóku teir hann á hondum og drópu hann við Jórdans vað. Ta ferðina fullu av Efraim fjøruti og tvey túsund.




