YouVersion Logo
Search Icon

Hitt almenna bræv Jákups 2

2
Varningur mót tí at gera mannamun
1Brøður mínir, havið ikki trúnna á váran Harra Jesus Krist, dýrdardrottin, saman við tí, at tit gera mannamun! 2Tí at um so er, at ein maður kemur inn í samkomuhús tykkara við gullringi á fingrinum og í skínandi klæðum, og har kemur eisini ein fátækur maður, sum er illa klæddur, 3og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæðunum og tit siga: «Set tú teg her á henda góða sessin!» men siga við hin fátæka: «Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul mín;» 4gera tit tá ikki mismun hjá tykkum sjálvum og eru vorðnir dómarar við ringum tonkum? 5Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska? 6Men tit hava vanvirt hin fátæka. Eru tað ikki hinir ríku, sum trælka tykkum, og eru tað ikki teir, sum draga tykkum fyri dómstólarnar? 7Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum?
Mannamunur er móti næstakærleikanum og lógini
8Tað er vituligt, um tit uppfylla hina kongaligu lógina samsvarandi skriftini: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg», tá gera tit beint. 9Men um tit gera mannamun, tá gera tit synd og verða revsaðir av lógini sum brotsmenn. 10Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum. 11Tí at tann, sum segði: «Tú skalt ikki dríva hor», hann segði eisini: «Tú skalt ikki sláa í hel»; tó at tú tá ikki drívur hor, men slært í hel, tá ert tú vorðin lógbrótari. 12Talið tí so og gerið so sum teir, sum eiga at verða dømdir eftir lóg frælsisins. 13Tí at dómurin verður miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi miskunn; men miskunn fer hugað fyri dómin.
Trúgv við ongum gerningum er deyð
14Hvat gagnar tað, brøður mínir, um einhvør sigur seg hava trúgv, men hann ikki hevur gerningar? Man trúgvin kunna frelsa hann? 15Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, 16og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað? 17Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær. 18Men einhvør kann siga: «Tú hevur trúgv, og eg havi gerningar; sýn mær trúgv tína uttan gerningarnar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum! 19Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.» 20Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar? 21Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av gerningum, tá ið hann hevði lagt Ísak, son sín, upp á altarið? 22Tú sært, at trúgvin virkaði saman við gerningum hansara, og at trúgvin varð fullkomin av gerningunum, 23og skriftin gekk út, sum sigur: «Og Ábraham trúði Guði, og tað varð honum roknað til rættferðar», og hann varð kallaður Guðs vinur. 24Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina. 25Líkaleiðis eisini skøkjan Ráhab; varð hon ikki rættvísgjørd av gerningum, tá ið hon tók ímót sendimonnunum og slepti teimum avstað ein annan veg? 26Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy