Jesaja 64
64
Framhald
1Gævi tú skræddi himinin sundur og steigst oman, so at fjøllini nøtraðu fyri tíni ásjón, og login brendi upp fíggindar tínar, eins og vaksið bráðnar í eldi, so at navn títt varð teimum kunnugt, og tjóðirnar máttu skelva fyri tíni ásjón, 2tá ið tú gert undur, sum okkum ikki vardi – tú steigst oman; fyri ásjón tíni nøtraðu fjøllini – 3og sum áður eingin á nøkrum sinni hevði hoyrt gitið, tí at einki oyra hevur hoyrt um og einki eyga sæð nakran Guð uttan teg, ið hjálpir teimum, ið troysta á hann. 4Tú kemur til teirra, sum inna rættlæti og vilja ganga tínar leiðir. Men tú reiddist, tá ið vit syndaðu og leiddu yvir okkum sekt. 5Eins og órein vit vórðu øll somul, allar okkara dygdir sum dálkað klæði; vit følnaðu øll sum leyvsbløð; misgerðir várar foyktu okkum burtur eins og vindur. 6Nú ákallar eingin navn títt; eingin mennir seg upp til tess at halda fast við teg; tí at tú hevur fjalt andlit títt fyri okkum, givið okkum misgerðum várum í vald. 7Men tó ert tú Harrin, vár faðir; vit eru leirið; tú okkum hevur myndað; handaverk títt vit eru øll somul. 8Ver ei so ovursintur, Harri, minst ikki ævinliga misgerðir várar; lít til okkara, Harri, tí vit eru jú øll fólk títt! 9Tínar heilagu borgir liggja í oyði; Zion er vorðin at oyðimørk; avtoftað liggur Jerúsalem. 10Várt heilaga, glæsiliga tempul, har fedrar várir fluttu tær lovsong, er brent upp á svaðasvørði; alt, sum okkum var dýrmætt, er lagt í oyði; 11og kortini kanst tú halda teg aftur og tiga og eyðmýkja okkum so djúpt?
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society