Skip to content

Jesaja 61

61
Fyrijáttan um frelsu
1Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, 2til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja, 3geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staðin fyri øsku, fagnaðarolju í staðin fyri sorgarbúna, lovsong í staðin fyri máttleysan anda, rættlætis eikir verða tey nevnd, av Harranum settar niður honum til heiðurs.
Komandi dýrd fólksins
4Tey skulu byggja upp aftur elligamlar toftir, endurreisa fyrndarrustir og byggja av nýggjum oyddar borgir, sum lógu í sori ætt eftir ætt. 5Fremmandir skulu koma og gæta fæflokkar tykkara, útlendingar dyrka bø og víngarðar fyri tykkum. 6Men sjálvir verða tit kallaðir prestar Harrans og nevndir Guðs várs tænarar; av tjóðanna eyði skulu tit liva og ogna tykkum dýrgripir teirra. 7Tvífald var teirra skomm, spott og spýtt teirra lutur; tessvegna ljóta tey tvífaldan arv í landinum og fáa æviga gleði. 8Tí at eg, Harrin, elski rættlæti, men hati rán og órætt; í trúfesti gevi eg teimum løn og geri ævigan sáttmála við tey. 9Navnfrom skal ætt teirra verða millum tjóða, avkom teirra kunnugt tjóðflokkanna millum; øll, ið síggja tey, kenna tey sum ta tjóð, ið Harrin hevur signað. 10Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipað meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgómur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður, sum letur seg í skart. 11Tí at eins og tað sprettur upp úr jørðini, og frækornið nælir í garði, soleiðis skal Harrin, drottin, lata rættlæti spretta og lovsong fyri eygsjón alra tjóða.