Skip to content

Jesaja 59

59
Synd Ísraels tálmar frelsuni
1Sí, hond Harrans er ikki ov stutt til at frelsa, oyra hans ikki so deyvt, at tað ikki hoyrir. 2Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guðs tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir. 3Tí at hendur tykkara eru dálkaðar í blóði, fingrar tykkara í misgerðum; lygn mæla varrar tykkara, tunga tykkara mutlar ilskuráð. 4Við órætti stevna teir hvør øðrum, eingin flytur mál vegna sannleikans; teir líta á tómleika og fara við lygnum, ganga við ranglæti og føða órætt; 5teir klekja út ormaegg, og vevnaður teirra er kongurvág; honum, ið etur eitt egg, er deyðin vísur; verður tað brotið, skríður út eiturormur. 6Vevnaður teirra nyttar einki til klædna, burtur úr verki teirra fæst einki at lata seg í; illverkum havast teir at, hendur teirra eru fullar av valdsgerð. 7Fljótir eru føtur teirra eftir tí illa og skjótir til at úthella sakleyst blóð; ógævuráð eru ráðagerðir; á vegum teirra er soran og sorlan. 8Veg friðarins tekkja teir ikki; rættlæti er ikki í sporum teirra; teir gera sær sniðgøtur; eingin, sum á teimum gongur, veit av friði. 9Tí er rætturin okkum fjarlagin, og rættlætið røkkur okkum ikki; vit stunda á ljós, men tað er myrkur, á dagsglæmu, men ganga í niðu. 10Vit trilva sum blind fram við veggjum, trilva sum fólk, ið mist hava sjónina, vit snáva á alljósum degi sum í skýming, eru sum deyð í blóma lívsins. 11Vit rymja øll sum bjarnir, láta sorgblíð sum dúgvur; vit bíða eftir rætti, men til einkis, eftir frelsu, men hon er fjarlagin. 12Tí at tú sært vár mongu misbrot, várar syndir móti okkum vitna; ja, syndir várar eru okkum kunnar, várar misgerðir vita vit. 13Vit slitu trúnað og sviku Harran, viku burtur frá Guði várum; vit høvdu valdsgerð og fráfall á máli, og upphugsaðu lygnir í hjartanum. 14Rætturin verður burturtrongdur, rættlætið heldur seg fjart; tí at sannleikin snávar á torgum, og rættferð sleppur ikki framat. 15Sessur sannleikans er tómur, og tann, sum havnar tí illa, verður øðrum at herfongi. Men Harrin sá tað, og hetta rættloysið líkaði honum illa.
Frelsa av náði einans
16Og tá ið hann sá, at har var eingin, og undraðist, at eingin sær tók um reiggj, tá hjálpti honum armur hans, og rættlæti hansara studdi hann. 17Hann læt seg í rættlæti sum í brynju, setti frelsuhjálmin sær á høvur, hann fór í hevndarbúnan og sveipaði seg í skikkju vandlætisins. 18Hann lønir hvørjum eftir atburði hans, sínum mótstøðumonnum við vreiði, fíggindum sínum við hevnd, og endurgeldur oyggjalondunum, 19so at teir óttast navn Harrans alt frá sólsetri og dýrd hans alt frá sólarrisi, tí at nú kemur hann eins og innibyrgdur streymur, sum er østur upp av andablástri Harrans. 20Endurloysnari kemur frá Zion, tekur burtur syndina úr Jákupi, ljóðar tað frá Harranum. 21Og hetta er sáttmálin, eg geri við tey, sigur Harrin: Andi mín, sum er yvir tær, og orð míni, sum eg havi lagt í munn tín, skulu ikki víkja frá munni tínum, heldur ikki frá munni barna og barnabarna tína, sigur Harrin hiðanífrá og um allar ævir.