Skip to content

Jesaja 48

48
Harrin er sannur, Ísrael stívrendur
1Hoyrið hetta, tit Jákups ættarmenn, ið nevndir eru eftir Ísrael og runnir úr Júda lindum, sum svørja við navn Harrans og ákalla Ísraels Guð – hóast ikki rættiliga og ikki av sonnum –, 2sum jú bera navn eftir hini heilagu borg og troysta á Ísraels Guð, hvørs navn er Harri herliðanna: 3Tað, sum hent er, kunngjørdi eg langt frammanundan, tað er útgingið av mínum munni, so tað spurdist; brádliga tók eg mær um reiggj og útinti tað, 4eg kenni jú stríðslyndi títt, sum jarnspong er tín svíri og enni títt av kopari; 5tí havi eg boðað tær frá tí frammanundan, kunngjørt tað, áður enn tað hendi, so at tú ikki skuldi siga: «Hetta gjørdi skurðgudur mín, soleiðis beyð mín skorna og stoypta mynd.» 6Tú hevur jú hoyrt tað alt og sæð tað, tú kanst jú vátta tað. Men nú man eg boða tær nýggjar lutir, fjaldar lutir, ið tit einki vita um; 7tað verður skapað nú og ikki fyrr; ikki fyrr enn í dag hava tit hoyrt tað, so at tú ikki skuldi siga: «Sí, hetta havi eg vitað!» 8Tú hevur hvørki hoyrt ella vitað um tað, ella gloppað oyrað fyri tí áður, tí at eg veit, at tú ert framúr ótrúgv og frá móðurlívi hevur verið nevnd «hin trúnaðarleysa.» 9Men fyri navns míns sakir var eg tolin, vegna dýrd mína eg meg tamdi og oyddi teg ikki. 10Eg havi brætt teg, men silvur kom einki úr – í roynslunnar ovni eg royndi teg. 11Ja, vegna mín sjálvs eg taki mær um reiggj – tí at hvussu er ikki navn mítt vanvirt! – Eg gevi ikki øðrum mína dýrd.
Harrin hevur kallað Kýros
12Hoyr meg, Jákup, og tú, Ísrael, sum eg havi kallað: Tað eri eg, sum bæði eri hin fyrsti og hin síðsti. 13Mín hond hevur lagt jarðarinnar grundvøll, mín høgra tant út himinin; so skjótt sum eg kalli á tær har uppi, koma tær allar samlar. 14Savnist allir saman og hoyrið: Hvør av teimum hevur kunngjørt hetta? Vinur mín skal veldiliga fremja mín vilja á Bábel og á Kaldeakynið. 15Eg, eg havi talað tað, eg havi kallað hann, eg havi leitt hann og latið ferð hans eydnast. 16Komið higar og hoyrið hetta: Eg havi frá upphavi ikki talað í loyndum; so skjótt, sum tað hendi, var eg til staðar.
Áminning til viðvendingar
Og nú hevur Harrin, drottin, sent meg við sínum anda. 17So sigur Harrin, loysnari tín, Ísraels heilagi: Eg eri Harrin, Guð tín, ið frøðir teg um tað, sum er gagnligt, og leiðir teg á vegin, tú skalt ganga. 18Hevði tú givið boðorðum mínum gætur, tá hevði friður tín verið sum flóðin og rættlæti títt sum havsins bylgjur; 19tá mundi kyn títt verið sum fjørusandur og avkom títt sum sandskorn; navn títt skuldi ikki verið strikað út og ikki hvorvið frá ásjón míni.
Heimferð Ísraels úr Bábel
20Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldeum, boðið við fagnaðarrómi og kunngerið tað, latið tað spyrjast um alla jørðina, sigið: «Sí, Harrin hevur loyst út Jákup, tænara sín, 21hann leiddi tey um reynið, og ongan tosta tey kendu; vatn læt hann renna teimum úr klettinum; hann kleyv klettin, so at vatnið streymaði fram.»
Hin gudleysi hevur onga vón
22Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Harrin.