Jesaja 44
44
Ísrael undir signing Harrans
1Men hoyr nú, Jákup, tænari mín, og Ísrael, sum eg havi útvalt! 2So sigur Harrin, ið skapaði teg og frá móðurlívi myndaði teg, hjálpari tín: Óttist ikki, tænari mín, Jákup, Jesjurun, sum eg havi útvalt; 3tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt, 4tey skulu spretta sum gras millum vatna, eins og pílaviður við áarstreymar. 5Hesin sigur: «Eg hoyri Harranum til.» Hasin nevnir seg við Jákups navni, og ein annar skrivar á hond sína: «Halgaður Harranum» og kannar sær Ísraels navn.
Eina Harrin er Guð
6So sigur Harrin, Ísraels kongur, loysnari hans, Harri herliðanna: Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til. 7Hvør kann siga seg javnlíka mín? Hann standi fram og greini mær hetta. Hvør hevur frá upphavi boðað frá tí, sum koma skuldi, kunngjørt tað, sum nú skal henda? 8Óttist ikki og verið uttan ekka! Havi eg ikki sagt tað fyri langt síðan og boðað tær frá tí? Tit eru vitni míni: Er nakar Guð og nakar klettur til umframt meg? Eg veit av ongum.
Dárskapur skurðgudadýrkaranna
9Allir, ið gera gudamyndir, eru tómleiki, teirra kæru gudar gagna einki, og vitni tílíkra guda síggja einki og vita einki, so at teir verða til skammar. 10Tá ið einhvør ger sær ein gud við at stoypa sær gudamynd, tá gagnar tað einki. 11Sí, allir hans dýrkarar verða til skammar. Smiðirnir eru jú einans menn – savnist teir allir saman og gangi teir fram, teir skulu øtast og allir samlir hámast. 12Jarnsmiðurin starvar við grúgvueldin og ger sær øks; hann evnar hana til við homrum og ger hana lidna við sínum sterka armi. Men svøltar hann, hvørvur hans megi, og fær hann einki at drekka, maktast hann burtur. 13Síðan høggur hann við og streingir út mátingarbandið, strikar fyri við grifli og sker út gudamyndina við knívi, markar hana av við passara og ger hana í manna líki eftir vakurleika mansins og til at búgva í húsi. 14Hann høgdi sedristrø og fekk sær almvið og eikir og starvaði av allari kraft við skógartrøum, ið Guð hevði plantað, og regnið hevði givið vøkstur. 15Maður nýtir tey til brenni, hann tekur av teimum og kveikir eld til at verma seg við og baka breyð. Men av sama viði ger hann síðan ein gud, sum hann tilbiður, gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri. 16Helmingin av tí brennir hann í eldi og steikir kjøt yvir glóðunum; hann etur seg mettan og væl settan, kennir seg heitan og mælir fyri munni: «Á, nú orni eg og kenni mær hita.» 17Men av leivdum tess ger hann ein gud, eina gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri, dýrkar og tilbiður og sigur: «Bjarga mær, tí at tú ert gud mín.» 18Teir hava hvørki vit ella skil; eygu teirra eru lokað, so at teir ikki síggja, og hjørtu teirra, so at teir ongum skyna á. 19Teir fata einki og hava ikki so frægt av viti, at teir hugsa við sær: «Við helminginum av tí havi eg kynt eld og bakað breyð á glóðunum, steikt kjøt og etið, eigi eg tá av tí, sum eftir er, at gera andstyggiliga gudamynd og falla á knæ fyri klótuanga?» 20Tann, sum soleiðis leggur dent á øsku, hevur eitt tølað hjarta vilt av leið, so at hann ikki kann bjarga síni sál og siga við sjálvan seg: «Man hetta ikki vera ein lygn, sum eg haldi í hondini?»
Frelsa Ísraels
21Minst tú hetta, Jákup, og tú, Ísrael, tí at tú ert tænari mín; eg havi skapað teg til at vera tænara mín; tú Ísrael, skalt aldrin fara mær úr minni. 22Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín. 23Fegnist, tit himnar, tí at Harrin hevur útint sítt verk, rópið av gleði, tit jarðarinnar grundir, hevjið fagnaðarljóð, tit fjøll, skógurin og øll trø hans, tí at Harrin endurloysir Jákup og ger seg dýrmætan í Ísrael.
Guðs frelsa við Kýrosi
24So sigur Harrin, loysnari tín, ið myndað teg hevur frá móðurlívi: Eg eri Harrin, ið skapað hevur alt, sum einsamallur tandi út himinin og breiddi út jørðina – hvør hjálpti mær? – 25sum ger lygnaranna tekin til einkis og spásagnarmenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og prógvar, at vitska teirra er fákunna, 26men staðfestir orð tænara sína og fremur ráðini hjá sendiboðum sínum – eg sigi um Jerúsalem: «Verði hon aftur bygd!» um Júdaborgir: «Verði tær endurreistar!» og toftir teirra byggi eg upp aftur. 27Eg sigi við djúpið: «Torna upp; eg turki nú upp tínar áir.» 28Eg sigi um Kýros: «Hann er hirði mín; hann skal fremja allan vilja mín og siga um Jerúsalem: Hon skal verða upp aftur bygd, og templið aftur verða grundvallað!»
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society