Skip to content

Jesaja 40

40
Stríð fólksins á enda
1Troystið, troystið fólk mítt! sigur Guð tykkara. 2Talið blídliga til Jerúsalem og boðið henni, at stríð hennara er á enda, at sekt hennara er goldin, at hon hevur fingið tvífalt av Harrans hond fyri allar syndir sínar. 3Hoyr, tað rópar í oyðimørkini: «Greiðið gøtu Harrans, ruddið Guði várum veg í oyðimørkini! 4Hvør dalur skal verða hækkaður, hvørt fjall og hvør brekka skulu verða lækkað, hólarnir skulu verða ein slætti og heyggjarnir fløtur. 5Dýrd Harrans skal birtast, og alt hold skal fáa tað at síggja, tí at muður Harrans hevur talað.» 6Hoyr, tað sigur: «Rópa!» Og eg svari: «Hvat skal eg rópa?» «Alt hold er gras, og allur yndisleikur tess sum blóma á markini. 7Grasið visnar, blóman følnar, tá ið andi Harrans blæsur á tey. Sanniliga, menniskjan er gras. 8Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.» 9Gakk tær niðan á hægsta fjall, tú, sum bert Zion gleðiboð; rópa av kraft, tú gleðiboðari Jerúsalems; rópa ekkaleysur, sig við Júdaborgir: «Sí, Guð tykkara!» 10Sí, Harrin drottin kemur við veldi, armur hansara veitir honum vald. Sí, løn sína hevur hann við sær; tey, sum hann vann sær, ganga undan honum; 11eins og seyðahirði goymir hann at teimum og savnar tey við arminum; lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga.
Harrin einasti máttmikli
12Hvør hevur mátað vøtnini í lógva sínum og spannað himinin av, savnað upp í ílát alt jarðarinnar dust ella vigað fjøllini á bismara og heyggjarnar á vágskál? 13Hvør hevur leiðbeint anda Harrans og sum kennari lagt honum ráð? 14Av hvørjum fær hann ráð og kunnskap, hvør kennir honum rættarins veg, hvør kann geva honum fróðskap ella beina hann inn á vegin til vísdóms? 15Sí, sum dropi á dyllutrom eru tjóðirnar, sum dust á vágskál, í vekt eru oyggjafólkini sum bos. 16Skógurin á Libanon røkkur ikki til sum brenniviður, og djór hansara muna einki til brennioffurs. 17Allar tjóðir eru sum einki fyri honum, sum tómasti tómleiki í metum hans. 18Við hvønn vilja tit sambera Guð, og hvønn seta tit fram sum javnlíka hans? 19Gudamyndina stoypir smiðurin; gullsmiðurin leggur hana við slignum gulli og ger henni festi av silvuri. 20Tann, sum vil gera sær hjágud, velur sær við, sum ikki fúnar; hann fær sær kønan smið til at reisa gudamynd, ið ikki vikast. 21Vita tit ikki, og hava tit ikki hoyrt tað, hevur tað ikki verið tykkum kunngjørt frá upphavi, og hava tit ikki havt kunnleika um tað, síðan jarðarinnar grundvøllur varð lagdur? 22Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum, og teir, sum har búgva, eru sum ongsprettur; tað er hann, ið tenur út himinin eins og dúk og breiðir hann út eins og tjald til at búgva undir. 23Hann ger høvdingar at ongum og jarðarinnar dómarar at fáfongd. 24Valla eru teir settir niður og sáddir, valla hevur stovnur teirra fest rót í jørðini, fyrr enn hann andar á teir, so at teir følna og fúka sum hálmstrá fyri vindi. 25Við hvønn vilja tit sambera meg sum javnlíka mín, sigur hin heilagi. 26Lítið upp móti himni og síggið: Hvør skapaði hesar? Hann, sum eftir tali leiðir her teirra fram og nevnir tær allar at navni, mikil í megi og veldismátti, so at eingin teirra vantar. 27Hví talar tú svá, Jákup, og Ísrael, hví sigur tú hetta: «Vegur mín er fjaldur fyri Harranum, og rættur mín er gloppin Guði mínum úr hondum.» 28Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað, at ævigur Guð er Harrin, ið skapað hevur ta víðu jørð? Hann møðist ikki og lúgvast ikki, órannsakandi er vísdómur hans. 29Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki; 30ungmenni møðast og maktast, og unglingar níga; 31men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.