YouVersion Logo
Search Icon

Jesaja 2

2
Inngangur
1Orðið, sum Jesaja Ámozson fekk í eini sjón um Júda og Jerúsalem:
Í framtíðini skulu heidningar koma til Jerúsalem til tess at fáa lut í signing Harrans
2Og tað skal verða á síðstu døgunum, at fjallið, sum hús Harrans stendur á, skal standa grundfest yvir øllum fjøllum, hátt hevjað upp um heyggjarnar; og hagar skulu allir heidningar tysja. 3Og mangar tjóðir skulu búgvast til ferðar og siga: «Komið niðan á fjall Harrans í hús Jákups Guðs! Hann skal kunngera okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans, tí frá Zion kemur leiðbeining, úr Jerúsalem orð Harrans.» 4Hann skal døma heidninganna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira. 5Komið, ættarmenn Jákups, latum okkum ganga í ljósi Harrans.
Nú er Jerúsalem full av heiðinskapi
6Tí at hann hevur havnað fólki sínum, ættarmonnum Jákups, av tí at teir eru fyltir av eysturlendskum siðum og fáast við gand eins og Filistar sjálvir og eru farnir í hóslag við útlendingar. 7Land teirra er fult av silvuri og gulli, fæ teirra ómetaligt; land teirra er fult av hestum, og vagnar teirra eru óteljandi. 8Av avgudum er land teirra fult, teir tilbiðja handaverk síni, tað sum fingrar teirra hava tilbúgvið.
Dagur Harrans og dómurin
9Men maður skal verða boygdur og mansbarn lúta, og teimum skal ikki verða fyrigivið. 10Far inn í bergið, krógva teg niðri í jørðini av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans. 11Mansins hástóru eygu skulu lúta og dramblæti mannanna verða niðurboygt; eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. 12Tí at ein dag hevur Harri herliðanna, ið kemur yvir alt høgt og hástórt, yvir alt hátt hevjað og drambsligt, 13yvir øll Libanons sedristrø, hini høgu, hátt hevjaðu, og yvir allar Básjans eikir, 14yvir hvørt loftskotið fjall og allar høgar hæddir, 15yvir øll háreist torn og allar óklívandi borgargarðar, 16yvir allar Tarsisknørrir og allan dýrmætan farm. 17Tá skal mansins hugmóð lúta, og dramblæti mannanna verða boygt, eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður. 18Avgudarnir skulu hvørva med alla. 19Og menn skulu rýma inn í berghelli og niður í jarðholur av ræðslu fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ótta á jørðina. 20Á tí degi munnu menn tveita fyri moldvørpur og flogmýs avgudar sínar av silvuri og gulli, sum teir gjørdu sær at tilbiðja, 21og rýma burtur í fjallagjáir og bergskorar av ótta fyri Harranum og tignarljóma hans, tá ið hann rísur og loypir ræðslu á jørðina. 22Troystið ikki á menn, ið bert hava lítið fleyr av anda í nasum sínum; hvat virði hava teir?

Currently Selected:

Jesaja 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy