Skip to content

Jesaja 13

13
Spádómur um fall Bábelborgar
1Spádómur um Bábel, sum birtist fyri Jesaja Ámozsyni: 2Reisið hermerki á skógarleysum fjalli, rópið á teir hátt og veittrið til teirra um at ganga inn um borgarlið veldismanna. 3Eg havi sjálvur búgvið út vígdu hermenn mínar til at inna mítt vreiðinnar verk og havi kallað á kappar mínar, hinar hástóru og kátu. 4Hoyrið tysjan á fjøllunum eins og av nógvum fólki! Hoyrið róm av tjóðum, av tjóðflokkum, ið fylkja seg. Harri herliðanna kannar herlið sítt. 5Úr fjarløgdum landi teir koma frá himinsins ytstu rond, Harrin og vreiðinnar amboð hans, til at týna jørðina alla. 6Venið, tí at dagur Harrans er í nánd, sum oyðing hann kemur frá hinum alvalda. 7Tí maktast allar hendur, og hvørjum manni bilar hugur. 8Teir ønskrast, nívast av verkum og kvølum, eymka seg sum kona í barnferð; bilsnir bína teir hvør at øðrum, sprotareyðir um kjálkar. 9Harrans øgiligi dagur kemur við bræði og brennandi vreiði; jørðina hann leggur í oyði og týnir syndarar hennar. 10Tí at himinsins stjørnur og stjørnumerki lýsa ikki frá sær; svørt rísur sólin, og mánin letur ikki ljós sítt skína. 11Eg revsi jarðarríkið fyri vándsku tess og hinar gudleysu fyri misgerðir teirra, boyggi hugmóð hinna dramblátu og beini fyri stórlæti valdsharranna. 12Menn geri eg sjáldsýndari enn skíragull og lati vera meira av Ofirgulli enn av fólki. 13Tessvegna skelva himnarnir, og jørðin skakast úr grund fyri vreiði Harra herliðanna á deginum, tá ið bræði hans brennur. 14Sum skelkaðar skógargeitir og seyðir, ið ikki verða savnaðir, skulu tey leita hvør til fólks síns og flýggja hvør heim aftur í land sítt. 15Hvør afturfingin skal verða gjøgnumstungin og hvør fangaður falla fyri svørði. 16Beint fyri eygum teirra verða smábørn teirra morlað, hús teirra rænd og konur teirra neyðtiknar. 17Sí, eg øsi upp ímóti teimum Mediumenn, ið lítilsvirða silvur og einki leggja í gull. 18Bogar teirra bana teimum ungu; teir eira ongum móðurlívsbarni, og smábørn eymka teir ikki. 19Og tað skal verða við Bábel, hesum prýði fyri kongaríkjum, Kaldeanna hástóru tign, sum tá ið Guð legði Sódomu og Gómorru í øsku. 20Allar ævir skal hon vera óbygd, ætt eftir ætt skal eingin koma hagar; Árábar skulu ikki tjalda har, og eingin hirði skal har savna seyð sín. 21Urðarkøttir skulu hølast har og húsini fyllast við uglum; har skulu strutsarnir reiðrast og skógartrøllini vappa, 22sjákálar grenja í skreythøllum og úlvar í gleðiskálum hennara; ja, tími hennara nærkast, dagar hennara líða.