Jesaja 10
10
Móti ringum lógsmiðum
1Vei teimum, ið seta saman ranglætis lógir og ídnir rita órættin upp í bók 2til tess at reka tey fátæku av tingi og ræna rættin frá neyðstøddum í fólki mínum, so at einkjur verða herfongur hjá teimum og faðirloysingar rán. 3Men hvat vilja tit gera á revsingardegnum, tá ið oyðingin kemur úr fjarlegd? Á hvønn skulu tit víkja um hjálp; hvar fara tit tá at krógva tykkara eyð? 4Tá er annaðhvørt at níga millum fjøtraða manna ella lúta millum vigna manna. Men hóast alt hetta linnar ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt.
Profetorð um, at Assur skal týnast
5Vei Assur, mínum vreiðinnar koyrli, vreiði mín er stavurin í hondum hans! 6Eg sendi hann móti gudleysari tjóð; móti fólki, sum eg eri grammur, búgvi eg hann út til tess at ræna, taka herfong og traðka tað niður eins og sóp í túni. 7Men hann skilti tað øðrvísi, hjarta hans hugsaði ikki so. Nei, hugur hansara stundaði á at oyða og týna mangar tjóðir. 8Tí at hann sigur: «Eru ikki allir mínir høvdingar kongar? 9Var ikki við Kalno eins og við Karkemisj? Gekst ikki Hámat eins og Arpad, Sámáriu eins og Dámaskus? 10Tá ið hond mín hevur rokkið hesum kongaríkjum, tó at gudamyndir teirra vóru fleiri enn í Jerúsalem og Sámáriu, 11man eg ikki tá kunna fara við Jerúsalem og avgudum hennara á sama hátt, sum eg fór við Sámáriu og avgudum hennara?» 12Men tá ið Harrin hevur lokið verk sítt á Zions fjalli og í Jerúsalem, tá heimsøki eg ávøkstin av hugmóði Assýriu kongs og dramblætið í hástóra eygnabragdi hans, 13av tí at hann sigur: «Við míni sterku hond havi eg útint hetta í vísdómi mínum, tí at eg eri hyggin; eg flutti markaskil tjóðanna, rændi fælutir teirra og rindi sum alvaldur monnum úr hásæti teirra. 14Tjóðanna eyði hond mín røkk, sum var tað fuglareiður, eins og egg, ið fuglurin er flogin av, svá havi eg savnað saman øll lond; eingin kveistraðist ella opnaði nevið til at láta.» 15Man øksin erpa sær upp ímóti honum, ið høggur við henni, ella man sagin bretta sær av honum, ið sagar við henni? Alt eins og sprotin vildi reiggja honum, ið hevjar hann, og stavurin lyfta upp tann, sum ikki er av træ. 16Tí skal Harrin, drottin herliðanna, senda tæring í fiti hans, og undir dýrd hans skal eldur loga sum av brennandi báli; 17ljós Ísraels skal verða at eldi og hin heilagi tess at eldsloga; á einum degi skal hann brenna upp og oyða tistlar og tornir hans. 18Og dýrmæta skóg og aldingarð hans skal hann oyða á svaðasvørði; hann skal verða eins og sjúklingur, ið kemur burtur í einki. 19Lætt verður at telja tey trø, sum eftir verða í skógi hans; óviti kann at skriva tey upp.
Dómur teirra órættvísu
20Á tí degi skulu leivdirnar av Ísrael og tey, sum undan komast í Jákups húsi, ikki meira styðja seg við hann, ið sló tey, men við Harran, hin heilaga Ísraels, í sannleika. 21Ein leivd skal venda við, ein leivd av Jákupi, til hin veldiga Guð. 22Tí at um fólk títt, Ísrael, var sum sandur við sævarflóð, skal tó bert ein leivd av tí venda við. Avrádd er oyðingin, kemur fossandi við rættvísum endurgjaldi. 23Tí at avrádda oyðing man Harrin, drottin herliðanna, fremja um alla jørðina.
Dómur yvir Assur
24Tí sigur Harrin, drottin herliðanna, svá: «Tú fólk mítt, sum býr á Zion, óttast ikki Assur, um hann slær teg við sprotanum og reiggjar stavinum ímóti tær, eins og Egyptar gjørdu; 25tí at um lítið bil er vreiðin linnað av, og tá stundar bræði mín á oyðing teirra.» 26Tá reiggjar Harri herliðanna koyrlinum móti teimum, eins og tá ið hann vá Midianitar við Óreb-klettin; og stavur hans er útrættur yvir havið; og hann hevur hann á lofti eins og móti Egyptalandi á sinni. 27Á tí degi tekur hann byrðina av herðum tínum og okið av hálsi tínum; ja, av ovurfiti skal okið brotna.
Miseydnaða herferð Assurs móti Jerúsalem
28Hann heldur leið síni móti Ajjat, fer um Migron, letur viðførið eftir í Mikmas. 29Teir fara yvir um skarðið: «Í nátt gista vit í Geba.» Ráma skelvur, Sáuls Gibea flýggjar. 30Hevja neyðarróp, Gallims dóttir! Lajsja, lýð tú á! Ánatot, tak tú undir! 31Madmena er longu flýdd; í Gebim bólføra teir ognir sínar. 32Longu í dag stendur hann í Nób, veittrar við hondini móti Zions fjalli, móti Jerúsalems heyggi. 33Men herviliga høggur tá Harrin, drottin herliðanna, leyvkrúnu hansara av; hinir stoltu træbularnir støkka, hini hávaksnu trøini lúta. 34Við øksini ruddar hann skógarins runnar; Libanon fellur fyri hinum veldiga.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society