YouVersion Logo
Search Icon

Genesis 50

50
Jákup jarðaður í Hebron
1Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann. 2Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael. 3Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar. 4Tá ið sorgardagarnir vóru at enda, mælti Jósef við hirðmenn Fáraos og segði: «Havi eg funnið náði í eygum tykkara, tá berið tit Fárao hesi orð frá mær: 5Faðir mín legði mær dýran við og mælti: Sí, eg fari nú at doyggja; men í tí grøv, sum eg gróv mær í Kánáanlandi, skalt tú jarða meg! Loyv mær tí at fara at jarða faðir mín; síðan skal eg koma aftur.» 6Fárao svaraði: «Far tú og jarða faðir tín, eins og tú svórt honum.» 7Tá fór Jósef at jarða faðir sín; og við honum fóru allir tænarar Fáraos, mætastu menn úr hirð hansara og allir frægir menn Egyptalands; 8og somuleiðis alt húski Jósefs og brøður hansara og húski faðirs hans; einans kvinnur og børn og smalur og stórdýr lótu teir vera eftir í Gosenlandi. 9Í ferðini vóru bæði vagnar og reiðmenn, so at tað var almikil herur. 10Og tá ið teir vóru komnir til Goren-Háatad, hinumegin Jórdan, hevjaðu teir harmljóð mikið og hátíðarligt; og Jósef helt ervi eftir faðir sín í sjey dagar. 11Men tá ið landsins íbúgvar, Kánáanitarnir, sóu teir halda ervi í Goren-Háatad, søgdu teir: «Egyptar halda stórt ervi!» Tessvegna varð tann staðurin nevndur Ábel-Mizráim; hann er hinumegin Jórdan. 12Synir hansara gjørdu við hann, eins og hann hevði boðið teimum. 13Og synir hansara fluttu hann til Kánáanlands og jarðaðu hann í hellinum á Makpela-vøllum í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt til leggstaðar frá Efroni Hetita, áraka Mamre. 14Og tá ið Jósef hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands saman við brøðrum sínum og øllum, ið við honum vóru komnir til jarðarferðar faðirs hans.
Jósef uggar brøður sínar
15Men tá ið brøður Jósefs sóu, at faðir teirra var deyður, hugsaðu teir: Gævi at Jósef nú ikki verður fíggindi okkara og lønar okkum aftur tað illa, sum vit gjørdu honum! 16Teir sendu tí Jósefi hesi boð: «Áður enn faðir tín andaðist, 17beyð hann okkum at siga við teg: Fyrigev tú misgerð brøðra tína og synd teirra, tí at teir gjørdu ilt ímóti tær! Fyrigev tí tað illa, sum tænarar Guðs, faðirs tíns, hava gjørt!» Jósef græt, tá ið hann hoyrdi hesi orð frá teimum. 18Síðan komu brøður hansara sjálvir og nigu fyri honum og søgdu: «Sí, vit eru trælir tínir!» 19Men Jósef segði við teir: «Óttist ikki! Eg eri tó ikki í Guðs stað! 20Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða, til tess at gera tað, ið nú er fram komið, at halda lívinum uppi í mongum fólkum. 21Verið nú óræddir, tí at eg skal hava umsorgan fyri tykkum, konum og børnum tykkara.» Soleiðis uggaði hann teir, dirvdi hann teir.
Jósef doyr
22Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, hann og ættarfólk faðirs hans. Og Jósef varð eitt hundrað og tíggju ára gamal. 23Og Jósef sá avkom Efraims í triðja lið; eisini børn Mákirs Manassesonar føddust á knøum Jósefs. 24Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg fari nú at doyggja, men Guð man vissuliga vitja tykkum og flyta tykkum úr hesum landi heim aftur í tað landið, sum hann tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi!» 25Og Jósef legði sonum Ísraels dýran við og segði: «Tá ið Guð vitjar tykkum, tá skulu tit flyta bein míni hiðan!» 26Síðan doyði Jósef eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir balsameraðu hann og løgdu hann í kistu í Egyptalandi.

Currently Selected:

Genesis 50: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in