YouVersion Logo
Search Icon

Galatabrævið 2

2
Paulus góðkendur sum heidningaápostul av teimum fyrstu ápostlunum
1Seinni, tá ið fjúrtan ár vóru liðin, fór eg aftur niðan til Jerúsalem saman við Barnabasi og tók eisini Titus við mær. 2Men eg fór niðan samsvarandi opinbering, og legði fram fyri teir, og serstakliga fyri hinar gitnu, tann gleðiboðskap, sum eg boði heidninganna millum, fyri at eg ikki skuldi renna ella hava runnið til einkis. 3Men enntá ikki Titus, sum var í ferðini við mær og sum var Grikki, varð noyddur til at verða umskorin; 4og tað var fyri hinna innsníktu følsku brøðranna skuld, sum høvdu smeitt seg inn fyri at njósnast um frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi, fyri at teir kundu fáa gjørt okkum til trælar. 5Undan teimum viku vit ikki so mikið sum eitt eygnabragd í eftirlæti, fyri at sannleiki gleðiboðskaparins skuldi standa við hjá tykkum. 6Men av teimum, sum vóru hildnir at vera nakað, – hvat teir áður vóru, ger mær ikki mun; Guð ger ongan mannamun – viðvíkjandi mær, ið hvussu var, løgdu hinir gitnu einki aftrat. 7Heldur tvørtur ímóti, tá ið teir sóu, at mær var gleðiboðskapurin til hinar óumskornu litin til, eins og Pæturi til hinar umskornu, 8– tí at tann, sum gav Pæturi kraft til ápostlagerning fyri hinum umskornu, gav eisini mær kraft til tað sama fyri heidningunum, – 9og tá ið teir lærdu ta náði, sum mær var givin, at kenna, góvu Jákup og Kefas og Jóhannes, sum hildnir vóru at vera stólpar, mær og Barnabasi samfelagshond, til tess at vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu; 10eina tað var viðlagt, at vit skuldu hava hini fátæku í huganum, og júst hetta havi eg eisini lagt mær eina við at gera.
Í Antiokíu mótmælti Paulus Pæturi og helt fast við, at trúgvin á Krist – og ikki lógargerningar – frelsir
11Men tá ið Kefas kom til Antiokíu, mótmælti eg honum, og tað beint upp í eyguni á honum, tí at hann var sekur. 12Tí at áðrenn tað komu nakrir frá Jákupi, át hann saman við heidningunum; men tá ið teir komu, aftraði hann seg og skildi seg frá teimum, av ótta fyri teimum, sum hildu fast við umskeringina. 13Og somu lótir sum hann høvdu eisini hinir Jødarnir, so at sjálvur Barnabas varð drigin við av falslótum teirra. 14Men tá ið eg sá, at teir ikki gingu beina leið eftir sannleika gleðiboðskaparins, segði eg við Kefas, so øll hoyrdu: «Tá ið tú, sum ert Jødi, livir eftir heidnum og ikki eftir jødiskum siðum, hvussu kanst tú tá noyða heidningarnar til at liva sum Jødar?» 15Vit eru av náttúru Jødar, og ikki syndarar av heidnari ætt; 16men tá ið vit vita, at maður ikki verður rættvísgjørdur av lógargerningum, men eina við trúgv á Jesus Krist, so hava eisini vit trúð á Krist Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir av trúgv á Krist og ikki av lógargerningum; tí at av lógargerningum verður einki hold rættvísgjørt. 17Men um vit, tá ið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristi, eisini sjálvir royndust at vera syndarar, er tá Kristus vorðin tænari fyri synd? Á ongum sinni! 18Tí at tá ið eg aftur byggi tað upp, sum eg breyt niður, tá sýni eg meg sjálvan sum brotsmann. 19Tí at eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg kann liva fyri Guði. 20Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. 21Eg taki ikki Guðs náði av; tí at er tað rættvísi við lógini, tá er jú Kristus deyður til einkis.

Currently Selected:

Galatabrævið 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy