YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 48

48
Landið sundurskift: Sjey ættir fyri norðan
1Hesi eru nøvn ættanna: Longst norðuri frá havinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Hámat, og haðan til Házar-Enon við Dámaskusar landamarki norðantil fram við Hámat; frá eystursíðuni alt at vestursíðuni: Dán, ein landslut. 2Og fram við Dáns landaøki frá eystri til vesturs: Ásjer, ein landslut. 3Og fram við Ásjers landaøki frá eystri til vesturs: Naftali, ein landslut. 4Fram við Naftali landaøki frá eystri til vesturs: Manasse, ein landslut. 5Fram við Manasse landaøki frá eystri til vesturs: Efraim, ein landslut. 6Fram við Efraims landaøki frá eystri til vesturs: Ruben, ein landslut. 7Fram við Rubens landaøki frá eystri til vesturs: Júda, ein landslut.
Hin heilagi offuravskurðurin
8Og fram við Júda landaøki frá eystri til vesturs skal tað landaøkið, sum tit skulu lata sum offuravskurð, vera tjúgu og fimm túsund alnir breitt og javnlangt einum av ættarlutunum frá eystursíðuni at vestursíðuni; á miðjum hesum øki skal halgidómurin standa. 9Offuravskurðurin, ið tit skulu veita Harranum, skal vera tjúgu og fimm túsund alnir langur og tjúgu túsund alnir breiður. 10Og teimum, ið nú skulu nevnast, skal hesin heilagi offuravskurður hoyra til: Prestarnir skulu hava øki, sum norðantil er tjúgu og fimm túsund alnir langt, vestantil tíggju túsund alnir breitt, eystantil tíggju túsund alnir breitt og sunnantil tjúgu og fimm túsund alnir langt. Á miðjum tí skal halgidómur Harrans vera. 11Hinum heilagu prestunum, Zádoks eftirkomarum, ið varðveittu tænastu mína og ikki viltust eins og Levitarnir ta ferðina, tá ið Ísrael viltist av leið, 12teimum skal tað hoyra til sum offuravskurður av landsins offuravskurði, sum háheilagt øki fram við landsluti Levita. 13Og Levitarnir skulu hava landaøki av somu stødd sum landaøki prestanna, tjúgu og fimm túsund alnir langt og tíggju túsund alnir breitt, soleiðis at øll longdin verður tjúgu og fimm túsund alnir og øll breiddin tjúgu túsund alnir. 14Tit mega einki selja av tí ella skifta tað burtur; hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir í annars mans eigu, tí at hann er halgaður Harranum. 15Men tað fimm túsund alnir breiða økið, sum eftir er av offuravskurðsins breidd fram við teimum tjúgu og fimm túsund alnunum, skal vera óheilagt land borgini til bústaða og beitilendis, og í miðjuni skal borgin standa. 16Og hetta er mát hennara: Norðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, suðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, eysturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir og vesturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir. 17Og beitilendi borgarinnar skal vera tvey hundrað og fimti alnir norðantil, tvey hundrað og fimti alnir sunnantil, tvey hundrað og fimti alnir eystantil og tvey hundrað og fimti alnir vestantil. 18Úrtøkan av tí øki, sum enn er eftir fram við hinum heilaga avskurðinum, tíggju túsund alnir eystantil og tíggju túsund alnir vestantil, hon skal vera íbúgvum borgarinnar til føðslu. 19Viðvíkjandi íbúgvum borgarinnar skal vera soleiðis, at teir, ið byggja hana, eru av øllum Ísraels ættum. 20Í alt skulu tit lata av hendi sum offuravskurð tjúgu og fimm túsund alnir í fýrhyrning, hin heilaga offuravskurð umframt jarðarogn borgarinnar. 21Tað, sum eftir er, skal hoyra landshøvdinganum til, tað sum liggur báðumegin hin heilaga offuravskurðin og jarðarogn borgarinnar, eystanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar, alt at eysturmarkinum, og vestanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar alt at vesturmarkinum, samsvarandi landslutum ættanna, tað skal hoyra landshøvdinganum til; hin heilagi offuravskurðurin við halgidóminum í miðjuni; 22og jarðarogn Levitanna og borgarinnar skal liggja mitt í tí, sum landshøvdinganum ognast. Millum landaøki Júda og landaøki Benjamins skal landslutur landshøvdingans liggja.
Fimm ættir fyri sunnan
23Síðan koma hinar ættirnar, ið eftir eru, frá eystri til vesturs: Benjamin, ein landslut. 24Fram við Benjamins landaøki frá eystri til vesturs: Símeon, ein landslut. 25Fram við Símeons landaøki frá eystri til vesturs: Issakar, ein landslut. 26Fram við Issakars landaøki frá eystri til vesturs: Zebulon, ein landslut. 27Fram við Zebulons landaøki frá eystri til vesturs: Gád, ein landslut. 28Og fram við Gáds landaøki sunnantil skal landamarkið ganga frá Támar yvir Meriba-vøtn við Kádesj alt at ánni og út í meginhavið. 29Hetta er landið, sum tit við lutakasti skulu skifta sundur Ísraels ættum til arvaluts; og hesir eru landslutir teirra, sigur Harrin, drottin.
Lið á halguborg og nøvn teirra
30Hesar eru útgongdir borgarinnar – og eru lið borgarinnar nevnd eftir Ísraels ættum: 31Á norðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; eitt er Rubens lið, annað Júda lið og triðja Levi lið. 32Á eystursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Jósefs lið, annað Benjamins lið og triðja Dáns lið. 33Á suðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Símeons lið, annað Issakars lið og triðja Zebulons lið. 34Á vestursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Gáds lið, annað Ásjers lið og triðja Naftali lið. 35Alt íkring eru átjan túsund alnir. Og navn borgarinnar skal frá tí degi vera: Harrin er har.

Currently Selected:

Ezekiel 48: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in