Ezekiel 46
46
Offur á hvílu- og tendringardegi
1So sigur Harrin, drottin: Eysturliðið á innara forgarði skal vera lokað teir seks yrkisdagarnar; men á hvíludegnum skal tað vera latið upp og somuleiðis á tendringardegnum. 2Og landshøvdingin skal koma uttanífrá og ganga inn um forsal liðsins og standa við durastav liðsins; prestarnir skulu tá bera fram brennioffur og takkaroffur hansara, men hann skal tilbiðja á duragáttini og síðan ganga út aftur; og liðið skal standa opið til kvølds. 3Og við dyr hetta liðsins skal fólkið í landinum tilbiðja fyri ásjón Harrans á hvíludøgum og tendringardøgum. 4Og brenniofrið, sum landshøvdingin ber Harranum á hvíludegnum, skal vera seks lýtaleys lomb og ein lýtaleysur veðrur. 5Sum grónoffur skal hann ofra eina efu aftur við hvørjum veðri; men aftur við lombunum grónoffur so mikið, sum hann vil lata; og av olju eina hin aftur við hvørji efu. 6Á tendringardøgum skal tað vera ein ungur lýtaleysur tarvur, seks lomb og ein veðrur, lýtaleys djór øll. 7Sum grónoffur skal hann bera fram eina efu aftur við hvørjum tarvi og somuleiðis eina efu aftur við hvørjum veðri, men aftur við lombunum eftir tí, sum hann hevur ráð til, og av olju eina hin aftur við hvørji efu.
Høvdingi og fólk, tá ið ofrað verður
8Tá ið landshøvdingin fer inn, skal hann ganga gjøgnum forsal liðsins og fara sama veg út aftur. 9Og tá ið fólkið í landinum kemur fram fyri Harran á hátíðunum, tá skulu teir, ið gingið hava inn um norðurliðið til at tilbiðja, fara út aftur gjøgnum suðurliðið, og somuleiðis skulu teir, ið komnir eru inn ígjøgnum suðurliðið, fara út aftur gjøgnum norðurliðið; eingin má fara út aftur gjøgnum sama lið, sum hann kom inn ígjøgnum, men hann skal fara út um tað liðið, sum er framman fyri hann. 10Landshøvdingin skal vera teirra millum; tá ið teir ganga inn, skal eisini hann ganga inn; og tá ið hann gongur út, skulu eisini teir ganga út. 11Á hátíðum og veitsludøgum skal grónofrið vera ein efa aftur við hvørjum tarvi og ein efa aftur við hvørjum veðri; men aftur við lombunum so mikið, sum hann vil lata sjálvur, og av olju eina hin aftur við hvørji efu.
Sjálvbodna offur høvdingans
12Og tá ið landshøvdingin ber fram sjálvboðið offur, brennioffur ella takkaroffur sum sjálvboðið offur til Harrans, tá skal eysturliðið verða latið upp fyri honum; og hann skal tá bera fram brennioffur og takkaroffur sítt á sama hátt, sum hann er vanur á hvíludegnum; og tá ið hann er út aftur farin, skal liðið verða latið aftur eftir hann.
Hini dagligu ofrini
13Hvønn dag skal hann bera fram veturgamalt lýtaleyst lamb sum brennioffur til Harrans; á hvørjum morgni skal hann bera tað fram. 14Somuleiðis skal hann hvønn morgun sum grónoffur aftur við tí bera fram ein sætting av efu og av olju ein triðing av hin til at væta mjølið við; sum grónoffur Harranum til handar skal hetta vera ævinlig skipan. 15soleiðis skulu teir bera fram lambið, grónofrið og oljuna hvønn morgun sum dagligt brennioffur.
Rættindi høvdingans
16So sigur Harrin, drottin: Tá ið landshøvdingin gevur einum av sonum sínum nakað burtur av óðali sínum sum gávu, tá skal tað hoyra sonum hans til og vera teirra arvaliga jarðarogn. 17Men gevur hann einumhvørjum av tænarum sínum nakað burtur av óðali sínum sum gávu, skal hann sita við tí, til frælsisárið kemur; tá skal landshøvdingin aftur taka við tí; einans synir hansara skulu støðugt halda tílíkum arvaluti. 18Landshøvdingin má einki taka burtur av óðali fólksins, so at hann við yvirgangi rekur nakran burtur av jarðarogn síni; burtur av síni egnu jarðarogn skal hann lata synir fáa arvalut, til tess at eingin í fólki mínum verður rikin burtur av jarðarogn síni.
Kovar prestanna og fólksins
19Síðan førdi hann meg gjøgnum inngongdina tætt við liðið inn í hinar heilagu skemmurnar, sum prestunum eru ætlaðar, og sum horva í norður, og sí, har var høli innast á botni móti vestri. 20Og hann segði við meg: Hetta er tann staður, har prestarnir skulu sjóða sektarofrið og syndaofrið, og har teir skulu baka grónofrið, til tess at teir ikki fara út í ytra forgarð við tí og soleiðis halga fólkið. 21Tínæst fór hann út í ytra forgarð við mær og leiddi meg út í fýra horn forgarðsins; og sí, har var lítil forgarður í hvørjum horni forgarðsins. 22Í øllum fýra hornum forgarðsins vóru aftur minni forgarðar, fjøruti alnir langir og tríati alnir breiðir, allir javnstórir. 23Kring um allar fýra vóru garðar, og eldstaðir vóru gjørdir niðantil fram við gørðunum alt íkring. 24Og hann segði við meg: Hetta er eldskálarnir, har tænarar tempulsins skulu sjóða sláturoffur fólksins.
Currently Selected:
Ezekiel 46: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society