YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 27

27
Týrus í stórleika skipi lík
1Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Tú mansbarn, hevja harmljóð um Týrus 3og sig við Týrus, ið liggur við havsins inngongd og rekur keypskap við tjóðirnar á teim mongu oyggjalondum: So sigur Harrin, drottin: Týrus, tú hugsaði: Fagurleiki mín er fullkomin! 4Teir bygdu teg úti í havinum, gjørdu teg frábera fagra. 5Úr siprisviði úr Senir gjørdu teir øll tíni borð, og úr Libanon tóku teir sedrisvið og gjørdu úr honum mastur tína. 6Úr Básjans hægstu eikjum gjørdu teir árar tínar, tiljurnar smíðaðu teir av furuviði frá Kitteanna strondum. 7Segl tíni vóru av marglittum egyptiskum líni, av bláum og reyðum purpuri frá Elisja strondum var tak títt. 8Men úr Zidon og Arvad vóru røðarar tínir; hinir skynsamastu úr Záreptu, teir vóru stýrimenn tínir. 9Gebals elstu og hagleiksmenninar har hevði tú til at bøta lekar tínar.
Stórkeypskapur Týrusar
Øll skip á havinum og farmenn teirra komu til tín at keypa varning. 10Menn úr Páras, Lud og Put vóru hermenn í heri tínum; teir hongdu skildir og hjálmar upp hjá tær og veittu tær tign. 11Hermenn úr Arvad stóðu á borgargørðum tínum alt íkring og Gammaditar í tornum tínum; teir hongdu skildir sínar upp á borgargarðar tínar alt íkring og gjørdu teg frábera fagra. 12Tarsis rak keypskap við teg, av tí at tú átti miklan eyð; silvur, jarn, tin og blýggj góvu teir tær fyri varning tín. 13Jávan, Túbal og Mesjek róku keypskap við teg; teir fluttu trælir og koparvørur á sølutorg tíni. 14Tógarmamenn góvu tær klyvjaross og reiðhestar og múldýr aftur fyri vørur tínar.
15Ródosbúgvar handlaðu við teg, mangir oyggjaskeggjar vóru keypineytar tínir; fílabein og íbenvið greiddu teir tær í skatt. 16Edóm handlaði við teg, av tí at tú átti mangar ídnaðarvørur; karfunkulreytt purpur, marglitt vovin pløgg, lín, kórallar og jaspis lótu teir fyri vørur tínar. 17Júda og Ísraels land róku keypskap við teg; hveiti úr Minnit, bakkulsi og hunang, olju og balsam góvu teir í býti. 18Dámaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgdir av alskyns ídnaðarvørum; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Záhar. 19Vedan og Jávan góvu gripir úr Uzzali fyri vørur tínar. Smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í býti. 20Dedan handlaði við teg við saðlaklæðum til at ríða á. 21Árábar og allir Kedars høvdingar róku keypskap við teg; teir seldu tær lomb, veðrar og havrar. 22Keypmenn úr Sába og Ráma handlaðu við teg; hin dýrmætasta balsam og alskyns gimsteinar og gull lótu teir fyri vørur tínar. 23Káran, Kanne og Eden, Assursmenn og allir Medar róku keypskap við teg. 24Teir handlaðu við teg við skartklæðum og marglitt vovnum purpurmøtlum, litaðum ábreiðum og fastløgdum reipum á sølutorgi tínum. 25Tarsisknørrir fluttu vørur tínar; og soleiðis varðst tú fullfermd og søkklaðin úti í miðjum havi.
Fall Týrusar
26Røðarar tínir fingu teg út í rúman sjógv. Tá kom eystanvindurin og breyt teg sundur í miðjum havi. 27Eyður tín og vørur tínar, vinningur tín, manning og stýrimenn tínir, teir, ið bøta lekar tínar, og teir, ið handla við teg, alt herfólk títt og allar mannfjøldirnar, ið eru umborð á tær, søkka niður í havið á tí degi, tá ið tú gongur burtur. 28Stýrimenn tínir skulu stynja, so at markirnar skelva. 29Tá munnu allir, ið sita við árarnar, fara av skipum sínum, farmenn og allir stýrimenn fara á land. 30Teir skulu hevja rødd sína yvir teg og kvarta sáran, oysa mold yvir høvur sítt og velta sær í dustinum, 31raka seg berskøllutar tín vegna og lata seg í sekk, gráta yvir teg av tungum móði við sárari kvartan, 32eymkandi hevja harmljóð um teg og siga: Hvør var sum Týrus, ið nú liggur tigandi úti í havinum! 33Tá ið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mangar tjóðir; við tínum mikla eyði og varningi gjørdi tú jarðarinnar kongar ríkar. 34Men nú liggur tú brotin á havinum, í teimum djúpu vøtnum; allar vørur og mannfjøldir tínar fóru við tær. 35Allir oyggjaskeggjar øtaðust yvir teg, kongar teirra ønskraðust og bliknaðu. 36Keypmenn teirra bríksla háðandi eftir tær; tú ert til at øtast yvir, farin med alla.

Currently Selected:

Ezekiel 27: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in