YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 12

12
Páskahátíðin
1Síðan talaði Harrin við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: 2«Hesin mánaður skal vera byrjanarmánaður hjá tykkum; við honum skal árið byrja hjá tykkum. 3Talið við allan savnað Ísraelsmanna og sigið: Tíggjunda dagin í hesum mánaði skal hvør húsfaðir taka sær eitt lamb, eitt lamb fyri hvørt húski. 4Men um húskið er ov lítið fyri eitt lamb, skal hann og granni hansara, ið næstur honum býr, taka eitt lamb í felag eftir tali húsfólkanna; men ikki lata fleiri vera um lambið, enn at teir kunnu eta seg mettar. 5Lambið skal vera lýtaleyst, veturgamalt veðurlamb, ið má vera annaðhvørt undan seyði ella geit. 6Tit skulu hava tað gangandi til hin fjúrtanda dagin í hesum sama mánaði; tá skal øll samkoma Ísraels savnaðar slátra tað um sólsetur. 7Og teir skulu taka av blóðinum og rýða tað á báðar durastavirnar og duratræið á teimum húsum, har teir eta lambið. 8Somu náttina skulu tit eta kjøtið, steikt í eldi; aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað. 9Tit mega ikki eta nakað av tí rátt ella soðið í vatni, men einans steikt í eldi við høvdi, fótum og innvøli. 10Einki mega tit leiva av tí til um morgunin; og er nakað eftir av tí morgunin eftir, skulu tit brenna tað upp í eldi. 11Og tit skulu eta tað, meðan tit standa gyrdir um lendar, skøddir um føtur og við stavi í hendi; í bræði skulu tit eta tað. Hetta eru páskir Harrans. 12Í nátt vil eg fara um Egyptalandið og drepa allar frumburðir í landinum bæði av monnum og djórum og fella dóm yvir allar gudar Egyptalands. Eg eri Harrin. 13Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland.
14Hesin dagur skal vera tykkum minningardagur; og tit skulu halda hann sum hátíð fyri Harranum; ætt eftir ætt skal tað vera tykkum ævigt lógboð at halda hann. 15Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; alt frá fyrsta degi skulu tit beina alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; tí at hvør tann, ið etur nakað súrgað frá fyrsta degi til hin sjeynda, hann skal verða oyddur úr Ísrael. 16Á hinum fyrsta degi skulu tit halda halgistevnu og somuleiðis á hinum sjeynda; á teimum døgum mega tit ikki starva við nøkrum uttan tað at tilreiða tað, sum hvørjum tykkara er tørvur á til matna. 17Tit skulu halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða; tí at á hesum sama degi var tað, eg leiddi herfjøldir tykkara út úr Egyptalandi; tað skal vera tykkum ævigt lógboð ættarlið eftir ættarlið at halda henda dagin. 18Fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar um kvøldið skulu tit eta ósúrgað breyð og halda áfram til um kvøldið tjúgunda og fyrsta í sama mánaði. 19Í sjey dagar má ikki finnast súrdeiggj í húsum tykkara; tí at hvør tann, ið etur nakað súrgað, hann skal verða oyddur úr savnaði Ísraels, hvørt hann er útlendskur ella innlendskur. 20Tit skulu einki súrgað eta; í øllum heimbýlum tykkara skulu tit eta ósúrgað breyð.»
21Móses stevndi nú øllum hinum elstu í Ísrael saman og segði við teir: «Farið og takið tykkum smalur til húski tykkara og slátrið páskaofrið; 22og takið tykkum vendur av ýsopi og drepið tær niður í blóðið í offurbollanum og rýðið nakað av tí upp á duratræið og á báðar durastavirnar; og eingin tykkara má fara út fyri dyr fyrr enn um morgunin; 23tí at Harrin man fara um til tess at sláa Egyptar; og tá ið hann sær blóðið á duratrænum og á báðum durastøvunum, man hann fara um dyrnar og ikki lata oyðaran koma at húsum tykkara til at meina tykkum. 24Gætið hetta sum ævigar skipanir fyri teg og eftirkomarar tínar. 25Og tá ið tit koma inn í landið, sum Harrin vil geva tykkum, eins og hann hevur heitt, tá skulu tit halda henda halgisið. 26Og tá ið børn tykkara spyrja tykkum: Hvør er hesin halgisiður, sum tit halda? 27Tá skulu tit svara: Hetta er páskaofrið fyri Harranum, ið fór um hús Ísraelsmanna í Egyptalandi, tá ið hann sló Egyptar, men eirdi húsum okkara.» Tá lútaði fólkið og tilbað. 28Ísraelsmenn fóru nú og gjørdu, eins og Harrin hevði boðið Mósesi og Ároni.
Tíggjunda plágan: Deyðan hinna frumbornu
29Og um miðju nátt banaði Harrin øllum frumburðum í Egyptalandi frá frumgitna syni Fáraos, ið sat í hásæti sínum, og alt at frumgitna syni fangans, ið sat í myrkustovu, og somuleiðis øllum frumburðum fenaðarins. 30Tá fór Fárao upp um náttina, hann og allir tænarar hans og allir Egyptar; og varð tá hevjað øgiligt harmaróp í Egyptalandi; tí at ikki var hús, har ikki onkur lá lík. 31Og Fárao sendi um náttina boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Haldið avstað og farið burtur frá fólki mínum, bæði tit sjálvir og allir Ísraelsmenn! Farið og tænið Harranum, eins og tit hava biðið um! 32Takið eisini smalur og stórdýr tykkara við tykkum, eins og tit hava biðið um; haldið síðan avstað og biðið eisini signing yvir meg!» 33Og Egyptar róku undir fólkið til tess at fáa teir sum skjótast út av landinum, tí at teir søgdu: «Vit farast allir samlir!» 34Og fólkið tók nú deiggið, áður enn tað var súrgað; teir ballaðu deigtrogini inn í klæði og bóru tey á herðunum. 35Ísraelsmenn høvdu gjørt eftir skipan Mósesar og biðið Egyptar um silvurgripir, gullgripir og klæði. 36Og Harrin hevði lagað tað soleiðis, at Egyptar høvdu tokka í fólkinum og góvu teimum, tað teir bóðu um. Og soleiðis rændu teir Egyptar.
Burturferð Ísraels
37Síðan hildu Ísraelsmenn avstað úr Rámeses til Sukkot okkurt um seks hundrað túsund menn til gongu umframt konur og børn. 38Men við teimum í ferðini var eisini nógv uttanveltað fólk og miklir flokkar av smalum og stórdýrum. 39Teir bakaðu ósúrgaðar køkur av deignum, sum teir høvdu við sær úr Egyptalandi, tí at deiggið var ikki súrgað, av tí at teir vóru riknir út úr Egyptalandi uttan at fáa tíð til nakað og høvdu heldur ikki fingið sær ferðavistir til vega. 40Ísraelsmenn høvdu tá búð í Egyptalandi í fýra hundrað og tríati ár. 41Á hesum sama degi, tá ið hesi fýra hundrað og tríati árini vóru umliðin, fóru øll herlið Harrans út úr Egyptalandi. 42Hetta er vøkunátt Harrans, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi; henda náttin skal vera halgað Harranum og hildin av øllum Ísraelsmonnum ættarlið eftir ættarlið.
Lógin um páskir
43Og Harrin segði við Móses og Áron: «Soleiðis skalt tú fyriskipa páskaofrið: Eingin fremmandur má eta av tí. 44Men hvør ein trælur, sum er keyptur fyri silvur, má vera við til at eta av tí, fyrsta tú hevur umskorið hann. 45Niðursetumenn og bønarmenn mega ikki vera við til at eta av tí. 46Í einum húsi skal tað verða etið; einki av kjøtinum mást tú bera út av húsinum, og einki bein mega tit bróta í tí. 47Allur savnaður Ísraels skal halda páskirnar. 48Og tá ið onkur er, sum býr hjá tær í útisetri og vil halda páskir fyri Harranum, skalt tú umskera alt kallkyn hjá honum; og tá má hann halda hátíðina og vera sum inniborin maður. Eingin óumskorin má eta av tí. 49Sama lóg skal vera fyri tann inniborna sum fyri tann fremmanda, sum býr í útisetri hjá tykkum.»
50Allir Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis, sum Harrin hevði boðið Mósesi og Ároni. 51Á hesum sama degi leiddi nú Harrin Ísraelsmenn út úr Egyptalandi herfjøld eftir herfjøld.

Currently Selected:

Exodus 12: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in