Esterarbók 8
8
Kongur setir Mordokai í Hámans stað
1Sama dag gav Áhasverus kongur Esteri drotning húsið, sum Háman, fíggindi Júdeanna, hevði átt. Og Mordokai gekk fyri kong, tí Ester hevði sagt honum, hvussu hann hevði verið móti sær. 2Kongur dró av hond síni innsiglisringin, sum hann hevði tikið frá Hámani, og fekk Mordokai hann. Og Ester setti Mordokai yvir hús Hámans.
Júdear fáa loyvi at verja seg og at hevna sín
3Men Ester talaði aftur við kong, fell honum til kníggja og bønaði hann grátandi um at ónýta tey ilskuráð, ið Háman Ágagiti hevði upphugsað ímóti Júdeunum. 4Men kongur rætti út gullsprotan móti Esteri; tá stóð hon upp og gekk fram fyri kong 5og mælti: «Hóvar tað kongi, og havi eg funnið náði í eygum hansara, og tað tykist kongi hóskandi, og um honum dámar meg væl, tá lati hann skrivliga afturkalla tey brøv, ið Ágagitin Háman, Hamdatasonur, upphugsaði og ritaði til tess at avoyða allar Júdear í øllum skattlondum kongs! 6Tí hvussu skal eg orka at síggja tílíka ógævu koma yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja ætt mína farast? 7Tá segði Áhasverus kongur við Ester drotning og Mordokai Júdea: «Sí, hús Hámans havi eg givið Esteri, og sjálvur er hann hongdur á gálgan aftur fyri, at hann vildi leggja hendur á Júdear. 8Men skrivið nú tit viðvíkjandi Júdeum tað, ið tykkum líkar í navni kongs, og innsiglið tað við innsiglisringi kongs! Tí hvørt bræv, ið skrivað er í navni kongs og innsiglað við innsiglisringi kongs, tekst ikki aftur.»
9Tá vórðu skrivarar kongs stevndir saman á tjúgunda og triðja degi hins triðja mánaðar – tað er mánaðurin sivan. Og tað varð skrivað, so sum Mordokai mælti fyri til Júdearnar, jallarnar, landsstjórarnar og høvdingar skattlandanna frá Indiulandi alt til Blálanda – eitt hundrað og sjeyti skattlond – til hvørt skattland í skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara; somuleiðis til Júdearnar í skrift og á máli teirra. 10Hann skrivaði brøvini í navni kongs, innsiglaði tey við innsigli kongs og sendi tey við ríðandi snarboðberum, ið riðu á kongligum gangarum úr rossafylgi kongs. 11Í teimum stóð, at kongur loyvdi Júdeum í hvørji borg at savnast saman og verja lív sítt, og í hvørji tjóð og í hvørjum landi at oyða, deyða og týna hvørt ránsmannalið, sum ráddist á teir, og somuleiðis børn og konur teirra og ræna ognir teirra, 12alt á einum degi í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar. 13Eintak av hesum riti, ið verða skuldi lóg í øllum skattlondum, varð kunngjørt hvørji tjóð, til tess at Júdearnir skuldu vera albúnir á hesum degi at hevna seg á fíggindar sínar. 14Alt fyri eitt, sum hetta lógboð var givið út í borgini Súsan, fóru snarboðberarnir eftir boði kongs avstað ríðandi á kongligum gangarum so skjótt, sum teir kundu. 15Men Mordokai fór út frá kongi í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni við stórari gullkrúnu og møttuli av fínum líni og reyðum purpuri; og í borgini Súsan var gleði og mikið gaman. 16Hjá Júdeunum var ljómi og gleði, fagnaður og heiður. 17Og í øllum skattlondum og í hvørji borg, hagar sum boð og lóg kongs komu, varð Júdeanna millum gleði og fagnaður, veitsluhald og hátíð; og mangir av íbúgvum landsins tóku við júdeiskum átrúnaði; tí at ræðsla fyri Júdeum var komin yvir teir.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society