Prædikarin 6
6
Framhald
1Ein vanlukka er til, sum eg havi sæð undir sólini, og hon liggur tung á menniskjuni: 2Tá ið Guð gevur einumhvørjum manni ríkidømi, dýrgripir og heiður, so at honum vantar einki av tí, sum honum lystir, men Guð ger hann ikki føran fyri at njóta gott av tí, men ein fremmandur maður nýtur tað – tá er hetta fáfongd og ein ring líðing. 3Um maður átti hundrað børn og livdi mong ár, so at ævidagar hansara vórðu mangir, men sál hansara mettaðist ikki av góðum, og hann fekk heldur onga grøv, tá sigi eg, at ein burður, sum ikki er komin av tíð, er betur staddur enn hann. 4Tí at hann kemur í fáfongd og fer burtur í myrkur, og í myrkri verður navn hansara hult; 5og sólina hevur hann hvørki sæð ella kent; hann hevur meiri ró enn hin. 6Og um hann so livdi tvær reisir túsund ár, men ikki fekk at njóta lukku – fer ikki alt somu leiðina?
Vísmaðurin ongan fyrimun fram fyri hinum fákunna
7Øll mansins møði er fyri munn hansara, og kortini verður trá hansara aldri stillað. 8Tí at hvønn fyrimun hevur vísmaðurin fram fyri hin fákunna? Hvønn fyrimun hevur hin fátæki, sum veit at ganga fyri eygum teirra, sum liva? 9Betri er at síggja við eygunum, enn at ágirndin sveimar um. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Alt er lagað
10Tað, sum hendir, er longu langt síðan nevnt við navni, og tað er tilskilað, hvat ein maður skal verða, og maðurin kann ikki taka upp søksmál móti tí, sum er sterkari enn hann. 11Tí at nøgd av orðum er til, sum bert økja fáfongdina, hvat batar tað manninum? 12Tí at hvør veit, hvat ið gott er fyri mannin í lívinum, allar fáfongdar ævidagar hansara, sum hann livir sum ein skuggi? Og hvør kann siga einum manni, hvat ið henda skal eftir hansara dag undir sólini?
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society