Dánjal 12
12
Framhald: trongd, uppreisn, frelsa
1Men tá man Mikael koma, hin mikli verndareingil, ið varðir um synir fólks tíns; tá verða tíðir so trongar, at eingin veit um tílíkt, alt meðan menn hava verið á fold. Men á teirri stund skal fólk títt bjargast, allir sum skráddir finnast í bókini. 2Og mangir teirra, sum undir moldum sova, skulu vakna upp, summir til at liva ævinliga, og summir til skemdar og ævigar andstygdar. 3Og hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins, og teir, ið beindu mongum á rættvísi, eins og stjørnurnar um aldur og allar ævir.
4Men tú, Dánjal, hav hesi orð í loyndum og innsigla bókina, hagar til tað líður at endanum. Mangir munnu rannsaka hana; og fróðskapurin verður mikil.»
5Og eg, Dánjal, sá, og sí, tveir aðrir stóðu hvør á sínum áarbakkanum; 6annar teirra segði við mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir vatninum í ánni: «Hvussu langt er enn til endans á hesum undursomu lutum?» 7Síðan hoyrdi eg mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir flóðarvøtnunum; hann hevði upp báðar hendur sínar móti himni og svór um hann, ið livir ævinliga: «Eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð; tá ið vald hans, ið sorar hina heilagu tjóð, er at enda, tá man alt hetta koma fram.» 8Eg hoyrdi hetta, men skilti tað ikki og spurdi tí: «Harri, hvussu verður endin á hesum?» 9Hann svaraði: «Far burtur, Dánjal, tí orðini skulu vera goymd og innsiglað, hagar til endalyktin kemur. 10Men mangir verða skírdir, reinsaðir og royndir; gudleysir fara fram í gudloysi; og eingin gudleysur skilir tað; men hinir vitru skulu skilja tað. 11Og eitt túsund, tvey hundrað og níti dagar munnu líða, frá tí at hitt dagliga ofrið er avtikið, og til andstygd oyðingarinnar er reist. 12Sælur er hann, sum tolin bíðar og nær eitt túsund, trý hundrað, tríati og fimm døgum. 13Men halt tú fram móti endanum; tú skalt leggja teg at sova og fara upp og fáa tín lut, tá ið dagarnir eru uppi!»
Currently Selected:
Dánjal 12: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society