YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 9

9
Harrans oyðandi vreiði
1Eg sá Harran standa við altarið; hann sló súlnahøvdið, so at gáttirnar skulvu; og hann mælti: Eg smildri høvur alra teirra og drepi við svørði síðstu leivdir teirra; eingin av teimum skal komast undan og eingin teirra firra lívi sínum. 2Treingja teir niður í helheim, skal hond mín søkja teir haðan; fara teir upp til himins, rindi eg teim oman haðan. 3Um teir krógva seg dygst uppi á Karmel, skal eg finna teir og taka teir haðan; og um teir fjala seg fyri mær á havsins botni, skal eg har bjóða orminum at bíta teir. 4Og fara teir í útlegd undan fíggindum sínum, bjóði eg svørði mínum at drepa teir; eg renni eygum mínum at teimum ikki til gævu, men til ógævu.
Skapanarveldi hans
5Hetta sigur Harrin, drottin herliðanna, sum nertur við jørðina, so at hon riðar, og øll, sum á henni búgva, verða stúrin – og hon hevjast upp eins og Níláin og søkkur aftur eins og Egyptalandsá – 6hann, sum reist hevur hásal sín á himni og grundvallað hválv sítt á jørðina, kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina – Harrin er hans navn.
Ísrael hevur ongan fyrimun
7Eru tit, Ísraelsmenn, mætari fyri mær enn Blálendingar? Fullvæl leiddi eg Ísrael úr Egyptalandi; men eg leiddi eisini Filistar frá Kaftor og Áramear frá Kir.
Revsing til reinsanar
8Sí, eygu Harrans, drottins, líta at hesum syndiga ríki; eg oyði tað út av jørðini. – Tó vil eg ikki fullkomiliga beina fyri Jákups ætt, sigur Harrin. 9Nei, nú vil eg bjóða, at Ísraels hús skal ristast millum allar tjóðir, eins og sáld verður rist, og einki byggkorn fellur til jarðar; 10fyri svørði skulu falla allir syndarar fólks míns, teir, ið siga: «Okkum rámar eingin ógæva, okkum kemur hon ikki yvir.»
Dávids ríki skal verða endurreist
11Á tí degi reisi eg Dávids falnu smáttu og bøti aftur veggsprungur hennara; eg endurreisi hana úr toftum og geri hana aftur, sum hon var í gomlum døgum, 12til tess at teir leggja undir seg leivdir Edóms og allar tær tjóðir, sum navn mítt er nevnt yvir, sigur Harrin, sum hetta man útinna.
Messiastíðin
13Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið plógmaðurin gongur aftan á akurskurðarmannin og vínberjatroðarin aftan á sáðmannin, tá ið fjøllini drýpa av vínberjaløgi, og heyggjarnir flóta; 14tá man eg venda lagnu fólks míns, Ísraels: Teir skulu byggja upp hinar oyddu borgirnar og búgva í teimum, leggja inn víngarðar og sjálvir drekka vínið úr teimum og gera sær aldingarðar og eta ávøkst teirra. 15Eg gróðurseti teir á jørð teirra, og ikki skulu teir aftur verða slitnir upp úr teirri jørð, sum eg havi givið teimum, sigur Harrin, Guð tín.

Currently Selected:

Ámos 9: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy