Ápostlasøgan 26
26
Paulus heldur varnarrøðu frammi fyri Agrippa kongi
1Men Agrippa segði við Paulus: «Nú er tær loyviligt at tala um teg sjálvan.» Paulus rætti tá hondina út og flutti hesa varnarrøðu sína: 2«Eg haldi meg lukkuligan, Agrippa kongur, tí at eg fyri tær í dag skal verja meg móti øllum tí, sum eg eri klagaður fyri av Jødum, 3mest tí at tú ert kunnigur við allar siðir og øll trætumál hjá Jødum; tí biði eg teg at hoyra meg í tolni. 4Levnað mítt líka frá ungdóminum, sum eg frá tí fyrsta havi livað millum fólk mítt og í Jerúsalem, vita allir Jødar um, 5við tað at teir kenna meg áður líka frá fyrstu stund, um teir vilja vitna, at eg havi livað sum Fariseari, samsvarandi tí strangasta flokki í átrúnaði okkara. 6Og nú standi eg her og verði søktur fyri vónina um ta fyrijáttan, sum av Guði varð givin fedrum okkara, 7og sum okkara tólvættaða fólk við áhaldandi gudsdýrkan nátt og dag vónar at vinna fram til. Fyri hesa vón eri eg, kongur, klagaður av Jødum. 8Hví skuldi tað verið hildið ótrúligt hjá tykkum, at Guð vekur upp deyð? 9Eg fyri mín part helt, at eg átti at gera nógv ímót navni Jesu úr Nasaret, 10sum eg eisini gjørdi í Jerúsalem, og eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess; 11og víða um í øllum samkomuhúsum revsaði eg tey tíðum og noyddi tey at spotta; og eg var so út av lagi óður móti teimum, at eg elti tey líka til bygdirnar uttanlands. 12Tá ið eg í hesum ørindum var á ferð til Damaskus við fullmakt og umboði frá høvuðsprestunum, 13sá eg, kongur, mitt um dagin á veginum eitt ljós av himni, sum var bjartari enn sólarljómin, lýsa um meg og teir, sum vóru í ferðini við mær. 14Og tá ið vit allir fullu til jarðar, hoyrdi eg eina rødd, sum segði við meg á hebráiskum máli: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær? Torført verður tær at spenna móti broddunum.» 15Men eg segði: «Hvør ert tú, Harri?» Men Harrin segði: «Eg eri Jesus, sum tú søkir at. 16Men reis teg upp og statt á føtur tínar; tí av teirri grund birtist eg fyri tær, at útvelja teg til tænara og til vitni bæði um tað, sum tú hevur sæð, og um tað, sum eg skal opinbera meg við fyri tær, 17við tað at eg taki teg út úr fólkinum og út úr heidningunum, sum eg sendi teg til, 18at lata upp eygu teirra, so at teir mega venda sær frá myrkri til ljós og frá Sátans valdi til Guðs, fyri at teir kunnu fáa syndafyrigeving og arvalut millum teirra, sum halgað eru við trúnni á meg.» 19Av teirri grund, Agrippa kongur, gjørdist eg ikki ólýðin hini himmalsku sjón; 20men eg boðaði fyrst fyri teimum í Damaskus og í Jerúsalem og um alt Júdeuland og fyri heidningunum, at tey skuldu skifta sinni og venda um til Guðs og gera gerningar, sum sáma umvendingini. 21Fyri hesa søk løgdu Jødar hendur á meg í halgidóminum og royndu at taka meg av døgum. 22Men av tí at eg havi fingið hjálp frá Guði, standi eg alt til henda dag og vitni bæði fyri smáum og stórum, við tað at eg ikki sigi annað enn tað, sum bæði profetarnir hava sagt skuldi henda og Móses: 23at Kristus átti at líða, og at hann skuldi fyrstur av uppreisnini frá deyðum boða bæði fólkinum og heidningunum ljós.» 24Og tá ið hann á henda hátt vardi seg, sigur Festus við harðari rødd: «Tú ert óður, Paulus! Hin mikli lærdómur tín ger teg óðan.» 25Men Paulus sigur: «Ikki eri eg óður, mætasti Festus, men eg tali sonn og hyggin orð. 26Tí at kongurin hevur greiðu á hesum, og til hansara tali eg við góðum treysti; tí at eg hugsi ikki, at nakað av hesum er dult fyri honum, tí at ikki hevur hetta tilborist í einum avbýli. 27Trýrt tú profetunum, Agrippa kongur? Eg veit, at tú trýrt!» 28Men Agrippa segði við Paulus: «Lítið heldur tú skal til at gera meg kristnan!» 29Men Paulus segði: «Eg vildi ynskt til Guðs, um so lítið ella nógv skal til, at ikki bert tú, men eisini øll, sum hoyra meg í dag, kundu vorðið slík sum eg eri, hesar leinkjur undantiknar.» 30Tá reistist kongurin og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu saman við teimum. 31Og tá ið teir vóru farnir út, talaðu teir sín ámillum og søgdu: «Hesin maður ger einki, sum vert er deyða ella leinkjur.» 32Men Agrippa segði við Festus: «Hesin maður kundi verið sleptur leysur, um hann ikki hevði skotið mál sítt til keisarans.»
Currently Selected:
Ápostlasøgan 26: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: