Ápostlasøgan 25
25
Jødar klaga Paulus fyri Festusi
1Tá ið Festus hevði tikið við landshøvdingaembæti sínum, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan til Jerúsalem frá Kesareu. 2Og høvuðsprestarnir og fremstu menn av Jødunum bóru fram fyri hann klagur móti Paulusi, 3og bóðu hann um at gera teimum tað til vildar móti honum, at hann skuldi heimta hann til Jerúsalem; tí at teir løgdu tey svikaráðini upp at drepa hann á veginum. 4Men Festus svaraði tá, at Paulus var í varðhaldi í Kesareu, og at hann sjálvur ætlaði sær skjótt at fara hagar. 5«Teir av tykkum,» segði hann, «sum hava umboð til tess, kunnu tá verða í ferðini oman saman við mær og klaga hann, um tað er nakað illa vorðið við manninum.» 6Men tá ið hann hevði steðgað hjá teimum í mesta lagi átta ella tíggju dagar, fór hann oman til Kesareu; og dagin eftir settist hann á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram. 7Tá ið hann var komin, stóðu Jødarnir, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, rundan um hann og bóru fram ímót honum mong og tung klagumál, sum teir ikki vóru førir at prógva; 8meðan Paulus vardi seg og segði: «Hvørki móti Jødalógini ella móti halgidóminum ella móti keisaranum havi eg forbrotið meg í nøkrum føri.»
Paulus skjýtur mál sítt til keisarans
9Men tá ið Festus vildi vinna sær vælvild hjá Jødum, svaraði hann Paulusi og segði: «Hevur tú hug at fara niðan til Jerúsalem og har fáa dóm av mær í hesi sak?» 10Men Paulus segði: «Eg standi fyri dómstóli keisarans, og har eigi eg at fáa dóm. Jødum havi eg ongan órætt gjørt, sum tú eisini fullvæl veitst. 11Havi eg órætt, og havi eg gjørt okkurt, sum er deyða vert, tá sigist eg ikki undan at doyggja. Men er einki í tí, sum hesir menn klaga meg fyri, tá kann eingin geva meg upp til teirra bert fyri at gera teimum til vildar. Eg skjóti mál mítt til keisarans.» 12Tá samráddist Festus við ráð sítt og svaraði so: «Til keisarans hevur tú skotið mál títt; til keisarans skalt tú fara!»
Paulus verður førdur fram fyri Agrippa kong
13Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, kom Agrippa kongur og Berenike til Kesareu at vitja Festus. 14Og tá ið tey dvaldu har í fleiri dagar, greiddi Festus konginum frá Paulusar sak og segði: «Her er ein maður, sum av Feliksi er latin eftir í leinkjum; 15um hann bóru høvuðsprestarnir og hinir elstu hjá Jødum fram klagumál, tá ið eg var í Jerúsalem, og kravdu, at dómur skuldi verða feldur yvir honum. 16Eg svaraði teimum, at tað var ikki siður hjá Rómverjum at geva nakran mann upp bert fyri at gera onkrum eftir vild, fyrr enn hin ásakaði hevði havt klagumenninar fyri eygunum á sær og fingið føri til at verja seg móti ásakanini. 17Tá ið teir so vóru komnir saman her, bíðaði eg ikki við, men setti meg dagin eftir á dómstólin og beyð at føra mannin fram. 18Men tá ið klagumenninir stóðu rundan um hann, bóru teir ikki kærumál fram um nakrar tílíkar illgerðir, sum eg hevði hugsað mær; 19men teir høvdu nøkur trætumál við hann um teirra egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum var deyður, men sum Paulus segði liva. 20Men meðan eg nú var í døpurhuga viðvíkjandi rannsóknini av hesum, spurdi eg, um hann vildi fara til Jerúsalem og har fáa dóm í hesum máli. 21Men tá ið Paulus skeyt málið til keisarans og kravdi at verða havdur í varðhaldi, inntil hátignin kundi fella dómin, beyð eg, at hann skuldi verða havdur í varðhaldi, inntil eg kann fáa sent hann til keisarans.» 22Men Agrippa segði við Festus: «Eg kundi sjálvur havt hug at hoyra mannin.» «Í morgin,» segði hann, «skalt tú fáa at hoyra hann.» 23Dagin eftir kom tá Agrippa og Berenike við miklum skreyti, og gingu tey inn í høllina saman við herhøvdingunum og hinum mætastu monnunum í staðinum, og varð Paulus eftir boði Festusar leiddur fram. 24Og Festus sigur: «Agrippa kongur, og allir tit menn, sum her hjá okkum eru staddir, her síggja tit tann mann, sum øll fjøldin av Jødum bæði í Jerúsalem og her hevur heitt á meg um og hevur rópað upp í há, at hann ikki átti at liva longur. 25Men tað varð mær skilligt, at hann einki hevði gjørt, sum gjørdi hann sekan til deyða; og tá ið hann sjálvur skeyt mál sítt til hátignina, tók eg tey ráð at senda hann. 26Men nakað álítandi havi eg ikki at skriva harra mínum um hann; tess vegna havi eg leitt hann fram fyri tykkum og serliga fyri teg, Agrippa kong, fyri at eg, tá ið rannsóknin er liðug, kann hava okkurt at skriva; 27tí at tað tykir mær skilaleyst at senda ein fanga og ikki at kunna siga frá teimum søkum, sum honum er kent um.»
Currently Selected:
Ápostlasøgan 25: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: