YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 18

18
Paulus boðar Krist í Korint
1Eftir hetta fór hann úr Aten og kom til Korint. 2Og har hitti hann ein Jøda, Akvilas at navni, ættaðan frá Pontus, sum var nýkomin frá Itáliu, og Priskillu, konu hansara; tí at Klaudius hevði boðið, at allir Jødar skuldu fara burtur úr Róm. Hann fór til teirra, 3og av tí at báðir høvdu sama handaverk, kom hann at búgva hjá teimum, og teir arbeiddu saman, tí at yrki teirra var at gera tjøld. 4Men hann hevði samtalur í samkomuhúsinum hvønn hvíludag, og sannførdi bæði Jødar og Grikkar. 5Men tá ið teir Silas og Timoteus komu oman frá Makedóniu, gjørdi Paulus einki annað uttan talaði, og hann vitnaði fyri Jødunum, at Jesus var Kristus. 6Men tá ið teir stóðu ímót og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: «Blóð tykkara komi yvir høvur tykkara! Eg eri reinur; frá hesi stund fari eg til heidningarnar.» 7Og hann fór burtur haðan og kom inn í húsið hjá einum manni, sum æt Titus Justus og sum dýrkaði Guð, og hús hansara var tætt upp at samkomuhúsinum. 8Men Krispus, fyristøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, trúði á Harran saman við øllum húsi sínum; og mangir av Korintmonnunum, sum lýddu á, tóku trúgv og vórðu doyptir. 9Men Harrin segði um náttina í eini sjón við Paulus: «Óttast ikki, men tala og tig ikki! 10Tí at eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg fyri at gera tær mein, tí at eg eigi nógv fólk í hesum staði.» 11Og hann varð búgvandi har eitt ár og seks mánaðir og lærdi Guðs orð millum teirra. 12Men tá ið Gallio var landshøvdingi í Akkeu, reistust Jødarnir samhugaðir móti Paulusi og førdu hann fyri dómstólin og søgdu: 13«Hesin maðurin fær fólk til at dýrka Guð tvørtur ímót lógini.» 14Men tá ið Paulus ætlaði at lata munnin upp, segði Gallio við Jødarnar: «Hevði tað verið onkur órættur ella onkur illgerð, tá hevði verið góð grund hjá mær at lurta eftir tykkum í tolni, tit Jødar; 15men eru tað trætumál um læru og nøvn og ta lóg, sum tit hava, tá gerið tit sjálvir tað av; dómari í slíkum málum vil eg ikki vera.» 16Og hann rak teir burtur frá dómstólinum. 17Men tá tóku teir allir Sostenes, fyristøðumannin fyri samkomuhúsinum, og bardu hann framman fyri dómstólin. Og Gallio læt alt hetta ikki við seg koma.
Paulus vendir so aftur til Antiokíu um Efesus, Kesareu og Jerúsalem
18Men Paulus varð verandi har enn mangar dagar; síðan heilsaði hann brøðrunum til burturferðar og sigldi til Sýriulands, og við honum Priskilla og Akvilas; – áður hevði hann í Kenkreu latið klippa sær av høvdinum, tí at hann hevði eitt lyfti á sær. – 19Og tey komu til Efesus, og har læt hann tey verða eftir; men sjálvur fór hann inn í samkomuhúsið og hevði samtalur við Jødarnar. 20Men tá ið teir bóðu hann steðga har eitt sindur longur, samtykti hann ikki í tí, 21men heilsaði teimum og segði: «Eg skal koma aftur til tykkara, um Guð vil.» Og hann sigldi so út frá Efesus. 22Og hann kom til Kesareu, og hann helt ferðini niðan og heilsaði kirkjuliðinum og fór so oman til Antiokíu.
Triðja prædikuferð Paulusar byrjar, til Galatalands og Frýgíu
23Og tá ið hann hevði dvalt har eina tíð, fór hann avstað og ferðaðist bygd úr bygd um alt Galataland og Frýgíu og styrkti allar lærusveinarnar.
Ápollos í Efesus, hann fer til Akkeu
24Men ein Jødi, Ápollos at navni, ættaður úr Aleksandriu, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til Efesus. 25Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. 26Hesin maður tók at tala djarvliga í samkomuhúsinum, og tá ið Priskilla og Akvilas hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og greiddu Guðs veg gjøllari fyri honum. 27Men tá ið hann hevði hug at fara yvirum til Akkeu, elvdu brøðurnir honum til og skrivaðu til lærusveinarnar at taka ímót honum. Og komin hagar var hann við Guðs náði hinum trúgvandi til stóra hjálp; 28tí at menniliga tepti hann Jødarnar so øll hoyrdu, og prógvaði út av skriftunum, at Jesus var Kristus.

Currently Selected:

Ápostlasøgan 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in