YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 13

13
Fyrsta prædikuferð Paulusar, saman við Barnabasi til Kýpern
1Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshøvdinga, og Saul. 2Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: «Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!» 3Tá fastaðu teir og hildu bøn og løgdu hendurnar á teir og lótu teir fara. 4Tá ið teir nú soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern. 5Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jødum; og teir høvdu eisini Jóhannes við til hjálpar. 6Og tá ið teir høvdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jøda, Bar-Jesus at navni. 7Hann var hjá landshøvdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni. Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð. 8Men Elymas, gandakallurin, – tí at so er navn hansara útlagt, – stóð ímóti teimum og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni. 9Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði: 10«O, tú sum ert fullur av øllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av øllum rættlæti, vilt tú ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans? 11Og nú, sí, hond Harrans er yvir tær, og tú skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.» Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg. 12Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
Paulus prædikar í Antiokíu
13Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu. Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem. 14Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður. 15Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristøðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og søgdu: «Góðu menn og brøður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!» 16Tá reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: «Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á! 17Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan førdi hann tey út haðan við upprættum armi. 18Og um fjøruti ár føddi og fostraði hann tey í oyðimørkini. 19Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra, 20okkurt um fýra hundrað og fimmti ár. Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet. 21Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjøruti ár. 22Men tá ið hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: «Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.» 23Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus, 24eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað øllum Ísraels fólki umvendingar dóp. 25Men tá ið Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: «Hvat halda tit meg vera? – Eg eri tað ikki; men sí, aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.» 26Góðu menn og brøður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. 27Tí at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dømdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvønn hvíludag verða lisin upp. 28Og tó at teir onga deyðasøk funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dripin. 29Men tá ið teir høvdu fullført alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og løgdu hann í grøv. 30Men Guð reisti hann upp frá deyðum; 31og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum høvdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum nú eru vitni hansara fyri fólkinum. 32Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, børnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus; 33soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálminum: «Tú ert sonur mín, í dag havi eg føtt teg.» 34Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis: «Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.» 35Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: «Ikki skalt tú lata tín heilaga fáa at kenna rot.» 36Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; 37men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot. 38Tað veri tí tykkum vituligt, brøður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; 39og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur í honum. 40Síggið tí til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum: 41«Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, tí at eitt verk geri eg á døgum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá tí.» » – 42Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag. 43Og tá ið samkoman var endað, fylgdu mangir av Jødum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs.
Jødar vraka gleðiboðskapin, heidningar taka við trúgv
44Men næsta hvíludagin kom at kalla øll bygdin saman at hoyra Harrans orð. 45Men tá ið Jødarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu. 46Tá tóku Paulus og Barnabas til orða og søgdu beint fram: «Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, sí, tá venda vit okkum til heidningarnar. 47Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: «Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.»» 48Men tá ið heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív. 49Og orð Harrans breiddist út um alt landið. 50Men Jødarnir østu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni. 51Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium. 52Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda.

Currently Selected:

Ápostlasøgan 13: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in