Ápostlasøgan 11
11
Pætur greiðir frá dópi Korneliusar
1Men ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini høvdu tikið við Guðs orði. 2Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og søgdu: 3«Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.» 4Men Pætur tók undir og greiddi teimum frá øllum tilburðinum, hvørjum eftir øðrum, og segði: 5«Eg var staddur í bygdini Joppe og helt bøn; og eg sá eina sjón, í tí eg varð frá mær sjálvum: ein lut koma niður, nakað sum ein stóran dúk verða lestan niður eftir teimum fýra hornunum frá himlinum, og hann kom heilt tætt til mín. 6Og eg stardi á hann og hugdi at honum, og eg sá tá hini ferføttu djórini á jørðini og villdjór og skriðdjór og himmalsins fuglar. 7Og eg hoyrdi eisini eina rødd siga við meg: «Statt upp, Pætur, drep og et!» 8Men eg segði: «Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!» 9Men røddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: «Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!» 10Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin. 11Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín. 12Og andin segði við meg, at eg ikki skuldi ivast í at fara við teimum. Í ferðini við mær vóru eisini hesir seks brøðurnir, og vit komu inn í húsini hjá manninum. 13Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: «Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; 14hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við og alt hús títt.» 15Men alt fyri eitt eg tók at tala, fell heilagi andin á tey eins og á okkum í fyrstuni. 16Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: «Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.» 17Um nú so er, at Guð hevur givið teimum somu gávu sum okkum, sum trúðu á Harran Jesus Krist, hvør var tá eg, at eg skuldi vera mentur at forða Guði?» 18Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Guði og søgdu: «So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.»
Fyrsta kirkjulið av heidningum grundað í Antiokíu
19Tey, sum nú vóru spjødd um av teirri trongdini, sum stóðst av Stefani, fóru allan vegin líka til Fønikíu og Kýpern og Antiókiu og talaðu ikki orðið til nakran uttan bert til Jødar. 20Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus. 21Og hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans. 22Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu. 23Tá ið hann kom hagar og sá Guðs náði, gleddist hann, og áminti øll um at halda fast við Harran eftir hjartans ráði; 24tí at hann var ein góður maður og fullur av heilagum anda og trúgv; og ein stórur skari varð førdur til Harrans. 25Og hann fór avstað til Tarsus at leita upp Saul, og tá ið hann hevði funnið hann, fór hann við honum til Antiokíu. 26Og tað kom so at verða, at teir vóru saman eitt heilt ár hjá kirkjuliðinum og lærdu ein stóran skara av fólki, og í Antiokíu vórðu lærusveinarnir fyrst kallaðir kristnir.
Hjálp send til kirkjuliðið í Júdeu
27Men í teimum døgunum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiókiu. 28Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari. 29Men lærusveinarnir gjørdu tað av, at ein og hvør av teimum eftir sínum førimuni skuldi senda brøðrunum, sum búðu í Júdeu, nakað til hjálpar, 30sum teir eisini gjørdu, og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.
Currently Selected:
Ápostlasøgan 11: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society