YouVersion Logo
Search Icon

Annað bræv Jóhannesar 1

1
Heilsan
1Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg elski í sannleika, og ikki eg einsamallur, men eisini øll, sum hava ásannað sannleikan, 2fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal verða hjá okkum allar ævir. 3Náði, miskunn og friður frá Guði faðir og frá Jesusi Kristi, syni faðirsins, skal vera við okkum í sannleika og kærleika.
Áminning um at elska hvør annan
4Eg havi verið ógvuliga fegin um, at eg havi hitt nøkur av børnum tínum, sum liva í sannleika, samsvarandi tí boði, sum vit fingu frá faðirinum. 5Og nú biði eg teg, frú, ikki so sum eg skrivaði eitt nýtt boð til tín, men heldur tað, sum vit høvdu frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan. 6Og hetta er kærleikin, at vit gera eftir boði hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, at tit skulu halda tykkum eftir tí.
Ávaring móti antikristiligari avnoktan
7Tí at mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki kennast við, at Jesus Kristus er komin í holdi. Ein slíkur maður er villleiðarin og Antikristus. 8Verið varin um tykkum sjálv, at tit ikki skulu missa tað, sum vit hava avrikað, men at tit mega fáa fulla løn. 9Ein og hvør, sum víkur frá og ikki er støðufastur í læru Krists, hann hevur ikki Guð. Tann, sum er støðufastur í læruni, hann hevur bæði faðirin og sonin. 10Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan. 11Tí at tann, sum biður hann vera vælkomnan, kemur upp í part við honum í hansara illu gerningum.
Orð til endans
12Tó at eg havi nógv at skriva til tykkara, vil eg ikki gera tað við pappíri og blekki; men eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, fyri at gleði okkara má verða fullkomin. 13Børnini hjá systur tíni, hini útvaldu, lata heilsa tær.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy