YouVersion Logo
Search Icon

1 John 5

5
Trúgvin vinnur sigur
1Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Guði; og hvør tann, sum elskar faðirin, elskar eisini tann, sum er føddur av honum. 2Av hesum kenna vit, at vit elska Guðs børn, tá ið vit elska Guð og halda okkum eftir boði hansara. 3Tí at hetta er kærleikin til Guðs, at vit halda boð hansara; og boð hansara eru ikki tung; 4Tí at alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum; og hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara. 5Hvør er tann, sum vinnur sigur á heiminum, uttan tann, sum trýr, at Jesus er Guðs sonur.
Guðs vitnisburður um son sín
6Hann er tann, sum er komin við vatni og blóði, Jesus Kristus; ikki við vatninum eina, men við vatninum og við blóðinum. Og andin er tann, sum vitnar, tí at andin er sannleikin. 7Tí at trý eru tey, sum vitna: 8Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt. 9Um vit taka ímót manna vitnisburði, tá er Guðs vitnisburður størri; tí at hetta er Guðs vitnisburður, at hann hevur vitnað um son sín. 10Tann, sum trýr á Guðs son, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, sum ikki trýr Guði, hevur gjørt hann til lygnara, tí at hann ikki hevur trúð á tann vitnisburð, sum Guð hevur vitnað um son sín. 11Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. 12Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið.
Bøn og forbøn
13Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar. 14Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum. 15Og um vit vita, at hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at okkum eru veittar tær bønir, sum vit hava biðið hann um. 16Um einhvør sær bróður sín gera synd, sum ikki er til deyða, tá skal hann biðja, og hann skal geva honum lív, tað vil siga teimum, sum ikki synda til deyða. Til er synd til deyða; fyri henni sigi eg ikki, at hann skal biðja. 17Øll órættvísi er synd; men til er synd, sum ikki er til deyða.
Samfelag við Guð og avnoktan av synd
18Vit vita, at hvør tann, sum er føddur av Guði, syndar ikki; men tann, sum er føddur av Guði, varðar heldur seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. 19Vit vita, at vit eru av Guði, og allur heimurin liggur í hinum illa. 20Men vit vita, at Guðs sonur er komin og hevur givið okkum skyn, so at vit kunnu kenna hin sanna; og vit eru í hinum sanna, í syni hansara, Jesusi Kristi. Hesin er hin sanni Guð og ævigt lív. 21Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum!

Currently Selected:

1 John 5: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy