Bible App logo
Search Icon

Seinna Timoteusarbrævið 4

4
Timoteus skal boða orðið við trúskapi
1Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: 2Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining! 3Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, 4og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum. 5Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!
Paulus væntar ikki at sleppa út við lívinum
6Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. 7Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. 8Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.
Paulus biður Timoteus um at koma skjótt
9Royn alt tað tú kanst at koma til mín sum skjótast! 10Tí at Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin, og hann er farin avstað til Tessalóniku; Kreskes er farin til Galatiu, Titus til Dalmatiu. 11Lukas er einsamallur hjá mær. Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu. 12Men Týkíkus havi eg sent til Efesus. 13Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!
Paulus sigur frá viðurskiftum sínum
14Aleksander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt; Harrin skal løna honum eftir gerningum hansara. 15Honum skalt eisini tú vara teg fyri; tí at hann stóð hart ímót orðum okkara. 16Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! 17Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, til tess at boðanin við mær skuldi verða fullførd, og øll fólkasløg skuldu fáa hana at hoyra; og eg varð bjargaður úr ljónskjaftinum. 18Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen.
Heilsanir
19Heilsa Prisku og Akvilasi og húsi Onesiforusar! 20Erastus varð eftir í Korint, men Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet. 21Royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur! Evbulus letur heilsa tær og Pudes og Linus og Klaudia og allir brøðurnir. 22Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum!

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in