YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Tessalónikubrævið 2

2
Undan Harrans degi kemur Antikristus
1Men vit biðja tykkum, brøður, viðvíkjandi komu várs harra Jesu Krists og samfundi okkara við hann, 2at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. 3Latið ongan villa tykkum á nakran hátt; tí at fyrst má jú fráfallið koma, og syndarinnar maðurin verða opinberaður, glatunnar sonurin, 4hann sum setir seg ímót og hevjar seg upp yvir alt, sum kallast Guð ella halgidómur, so at hann setir seg í Guðs tempul og sigur seg sjálvan vera Guð. 5Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? 6Og nú vita tit, hvat ið heldur honum aftur, inntil hann verður opinberaður í sínum tíma. 7Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum; 8og tá skal lógloysingurin verða opinberaður, – hann sum Harrin Jesus skal týna við anda muns síns og forkoma við opinbering komu sínar – 9og koma hansara fer fram samsvarandi Sátans kraft við alskyns mátti og teknum og undrum av lygnini 10og við alskyns svikum av órættvísini fyri tey, sum glatast, av tí at tey ikki tóku við kærleikanum til sannleikan, so at tey kundu verða frelst. 11Og tí sendir Guð teimum kraftmikla villing, so at tey trúgva lygnini, 12fyri at øll tey skulu verða dømd, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt hugnað í órættvísini.
Tøkk, fyri at Guð hevur kallað og útvalt kirkjuliðið í Tessalóniku
13Men tað er skylda okkara altíð at takka Guði fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Guð frá upphavi hevur valt tykkum út til frelsu við halgan andans og trúgv á sannleikan, 14sum hann kallaði tykkum til við gleðiboðskapi okkara, til at ognast dýrd várs harra Jesu Krists.
Áminning um at halda fast
15Brøður, standið tí treystir og haldið fast við teir lærdómar, sum tit hava lært, annaðhvørt við talu okkara ella við brævi frá okkum! 16Men sjálvur harri vár, Jesus Kristus, og Guð, faðir vár, sum elskaði okkum og gav okkum í náði æviga troyst og góða vón, 17hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í einum og hvørjum góðum verki og orði!

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy