Seinna Sámuelsbók 20
20
Uppreist Sjeba
1Nú var staddur har Benjaminitin Sjeba Bikrison, eitt bølmenni. Hann læt blása í lúður og mælti: «Vit eiga ongan lut í Dávidi og onga arvagrein í Ísaisyni; fari Ísrael hvør heim í síni tjøld.» 2Tá rýmdu allir Ísraelsmenn frá Dávidi og bundu felag við Sjeba Bikrison; men Júdamenn fylktu seg um kong sín og fylgdu honum frá Jórdan niðan í Jerúsalem. 3Og tá ið Dávid kom heim aftur í høll sína í Jerúsalem, tók hann hjákonur sínar tíggju, sum hann hevði latið vera eftir at goyma at høllini, og setti tær í varðhald og veitti teimum vistir; men hann gekk ikki aftur inn til teirra. Soleiðis livdu tær innibyrgdar til deyðadags, eins og einkjur, tó at maður teirra enn var á lívi. 4Síðan mælti kongur við Ámasa: «Savna mær Júdamenn higar eftir trimum døgum og ver tá sjálvur her.» 5Ámasa legði tá út at stevna saman Júdamonnum; men tá ið hann drálaði út um ta ásettu tíðina, 6segði Dávid við Ábisjai: «Nú man Sjeba Bikrison fara at elva okkum meiri vanda enn Absalon. Tak tí menn harra tíns og halt aftan á hann, so at hann fær ikki bjargað sær inn í víggirdar borgir og firrast undan okkum!» 7So hildu teir avstað úr Jerúsalem, Ábisjai og menn Jóabs og Kretar og Pletar og allar hetjurnar til tess at elta Sjeba Bikrison.
8Og tá ið teir vóru við hin stóra steinin, sum er í Gibeon, kom Ámasa ímóti teimum. Men Jóab var í brynjubjálva, og uttan yvir hann var hann gyrdur svørði, hvørs slíðrar hingu honum við lið; glapp tá svørðið úr slíðrunum og datt á jørðina. 9Tá mælti Jóab við Ámasa: «Hvussu veit við, bróðir?» Treiv tá Jóab við høgru hond um skegg Ámasa, sum vildi hann mynnast við hann. 10Men Ámasa varnaðist ikki svørðið tað, ið Jóab hevði í hinari hondini; og Jóab rendi tað í kvið hansara, so indrini hingu niður á jørð, og var hann deyður alt í einum. Síðan tóku Jóab og Ábisjai, bróðir hansara, at elta Sjeba Bikrison. 11Men ein av monnum Jóabs varð standandi eftir hjá Ámasa og rópaði: «Hvør, ið hevur tokka í Jóabi og heldur við Dávidi, hann fylgi Jóabi.» 12Men Ámasa lá og veltist í blóði á miðjum vegnum; og tá maðurin sá, at alt fólkið steðgaði á, dró hann Ámasa út av vegnum og yvir á vøllin og kastaði klæði yvir hann; tí at hann sá, at allir, ið komu fram á hann, vórðu standandi. 13Men tá ið hann hevði fingið hann út av vegnum, fylgdi hvør maður Jóabi til tess at elta Sjeba Bikrison.
14Sjeba fór nú um øll ættarkyn Ísraels alt at Ábel-Bet-Máaka, og allir Bikritar savnaðust saman og fylgdu honum. 15Men hinir komu og kringsettu hann í Ábel-Bet-Máaka og laðaðu virkisgarð ímóti borgini. Og meðan alt liðið hjá Jóabi fekst við at bróta niður borgargarðin, 16rópaði ein vitug kona oman av borgargarðinum: «Hoyrið, biðið Jóab koma higar; eg vil tala við hann!» 17Og tá ið hann kom til hennara, spurdi hon: «Ert tú Jóab?» Og tá ið hann svaraði: «Ja,» mælti hon við hann: «Lýð á orð trælkonu tínar!» Hann svaraði: «Eg hoyri.» 18Tá tók hon so til orða: «Í forðum høvdu menn hetta orðafelli: Spyrjið í Ábel og Dán, um tað er burturdottið, sum álitismenn Ísraels fyriskipaðu? 19Og nú ætlar tú at avoyða móðurborg Ísraels; hví vilt tú týna arvagrein Harrans?» 20Jóab svaraði og mælti: «Á ongum sinni vil eg avoyða ella týna; 21so er ikki ætlan mín; men maður av Efraimfjøllum, Sjeba Bikrison at navni, hevur risið upp móti Dávidi kongi; flýggja mær hann einsamallan, so fari eg burtur frá borgini.» Konan svaraði Jóabi: «Høvur hans skal verða varpað tær út um borgargarðin!» 22Síðan fór hon og fekk við vitsku síni allar borgarbúgvar til at høgga høvdið av Sjeba Bikrisyni og kastaði Jóabi tað út um borgargarðin. Tá læt Jóab blása í lúðurin, og teir spjaddust burtur frá borgini, og fór hvør heim til sín. Men Jóab snúðist aftur til Jerúsalem til kong.
Embætismenn Dávids
23Jóab ráddi nú fyri øllum herinum; Benaja Jójadason fyri Kretum og Pletum. 24Ádóniram fyri trælunum; Jósjafat Áhiludsson var frásagnarmeistari. 25Sjeja var skrivari; og Zádok og Ebjatar vóru prestar. 26Eisini Ira Jáiriti var prestur hjá Dávidi.
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 20: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society