Seinna Sámuelsbók 18
18
Dávid skipar lið sítt
1Dávid kannaði nú lið sítt og skipaði høvdingar, summar yvir túsund monnum og summar yvir hundrað monnum. 2Og Dávid skipaði liðið sundur í tríggjar bólkar; ein triðingin setti hann Jóab á odda fyri, annan Ábisjai Zerujuson, bróður Jóabs, og fyri hin triðja Ittai úr Gát. Og kongur mælti við liðið: «Eg vil sjálvur fara við tykkum í orrustuna.» 3Men menninir svaraðu kongi: «Nei, tú skalt ongan veg fara! Tí at um vit flýggja, leggur eingin lag í tað, og tó at helmingur av okkum fellur, gevur eingin tí gætur, men tú ert javnmettur við tíggju túsund av okkum; tessvegna skalt tú verða verandi í borgini, so at tú haðan kanst koma okkum til hjálpar.» 4Kongur svaraði teimum: «Eg skal gera, sum tit halda vera best.» Kongur fór tá øðrumegin í borgarliðið at standa, meðan alt herliðið legði út í flokkum hundraðtals og túsundtals. 5Og kongur gav Jóabi, Ábisjai og Ittai hesa ávaring: «Farið mær varliga við sveininum Absaloni!» Alt fólkið hoyrdi kong geva høvdingunum hesa ávaring um Absalon.
Orrustan
6Síðan helt herliðið út á víðavang móti Ísrael, og orrustan brast á í Efraim skógi. 7Máttu tá Ísraelsmenn lúta fyri Dávids monnum, og mikið var mannspellið tann dagin – tjúgu túsund mans fullu. 8Orrustan barst víða út um landið, og skógurin varð tann dagin fleiri monnum at bana enn svørðið.
Deyði Absalons
9Tá barst so á, at Absalon kom fram á nakrar av Dávids monnum; men hann reið á múldjóri; og tá ið múldjórið kom inn undir greinarnar á miklari steineik, dreivaðist høvur hansara fast í steineikina, so at hann varð hangandi millum himins og jarðar, meðan múldjórið rann burtur undan honum. 10Maður, ið varð varur við hetta, segði tá Jóabi frá og mælti: «Eg sá Absalon hangandi uppi í eini eik.» 11Tá mælti Jóab við mannin, ið flutti honum tíðindini: «Tá ið tú sást mannin, hví jarðlegði tú hann ikki alt í einum? Tá hevði eg givið tær tíggju siklar í silvuri og belti afturfyri!» 12Maðurin svaraði Jóabi: «Um eg fekk túsund siklar í silvuri, hevði eg kortini ikki lagt hond á kongssonin; tí at vit hoyrdu jú kong geva tær og Ábisjai og Ittai ávaring um at fara varliga við sveininum Absaloni! 13Skuldi eg elvt mær vanda við tílíkari illgerð? Eingin lutur er jú kongi fjaldur – og eisini tú mundi tá snúð tær móti mær!» 14Tá mælti Jóab: «Ikki skalt tú síggja meg drála!» Og hann tók trý spjót og rendi tey í bringu Absalons; og meðan hann enn hekk livandi uppi millum greinarnar á eikini, 15komu hagar tíggju ungir menn, skjaldsveinar Jóabs, og veittu Absaloni banahøgg. 16Jóab læt nú blása í lúðurin, og liðið lætti av at elta Ísrael; tí at Jóab beyð monnum sínum at steðga. 17Síðan tóku teir Absalon og blakaðu hann í djúpa gryvju har á skóginum og laðaðu yvir honum ovurmiklan varða. Men Ísraelsmenn flýddu allir hvør heim til sín. 18Meðan Absalon enn var á lívi, hevði hann reist sær steinsúluna, sum er í Kongsdali, tí at hann hevði hugsað við sær: «Eg havi ongan son at goyma minnið um navn mítt.» Og hann hevði kallað steinsúluna upp eftir sær sjálvum; og verður hon enn í dag kallað Absalonsvarði.
Dávid fær boð um deyða Absalons
19Tá mælti Áhimáaz Zádoksson: «Eg vil fegin fara at flyta kongi hesi gleðitíðindi, at Harrin hevur veitt honum rætt móti fíggindum hans.» 20Men Jóab segði við hann: «Tú ert ikki maðurin at flyta fagnaðartíðindi í dag; eina aðra ferð kanst tú flyta fagnaðartíðindi; men ikki í dag, tí at hann, sum deyður er, er sonur kongs.» 21Síðan mælti Jóab við Blámannin: «Far tú og sig kongi frá tí, sum tú hevur sæð.» Og Blámaðurin lútaði Jóabi og leyp avstað. 22Men Áhimáaz Zádoksson mælti aftur við Jóab: «Tað standist av, hvat ið má! Loyv mær at renna aftan á Blámannin.» Jóab svaraði: «Hví vilt tú tað, sonur mín? Tíðindaløn fært tú kortini onga.» 23Men hann helt á: «Tað standist av, hvat ið má! Eg fari!» Tá segði hann við hann: «Far meðni!» Áhimáaz helt tá ferð síni eftir vegnum um Jórdanslættan og kom undan Blámanninum.
24Meðan Dávid nú sat millum ytra og innara borgarlið, fór varðmaður upp á takið yvir liðinum við borgarmúrin; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við mann, ið kom rennandi einsamallur. 25Varðmaðurin rópaði á kong og segði honum frá tí. Tá mælti kongur: «Er hann einsamallur, so flytur hann góð tíðindi.» Og maðurin nærkaðist í hvørjum. 26Men varðmaðurin sá annan mann koma rennandi; tá rópaði hann oman í liðið og mælti: «Har kemur annar maður rennandi einsamallur!» Kongur svaraði: «Eisini hann man flyta góð tíðindi.» 27Tá mælti varðmaðurin aftur: «Mær tykir renningarlag hins fyrra vera líkt renningarlagi Áhimáazar Zádokssonar.» Kongur svaraði: «Hann er góður maður og man koma við góðum tíðindum.» 28Men tá ið Áhimáaz nærkaðist, rópaði hann á kong: «Sit heilur og sælur!» Og hann lútaði fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi og mælti: «Signaður veri Harrin, Guð tín, ið beint hevur fyri teimum monnum, ið ætlaðu at taka kong, harra mín, av lívi!» 29Kongur spurdi: «Veit hinum unga Absaloni væl við?» Áhimáaz svaraði: «Eg hoyrdi miklan gang av mannfjøld, tá ið Jóab, trælur kongs, sendi træl sín avstað; men eg veit ikki, hvat ið har var áfatt.» 30Tá mælti kongur: «Far til viks og statt har!» Og hann fór til viks og varð standandi har. 31Á somu stund kom Blámaðurin og mælti: «Kongi, harra mínum, verða tey gleðiboð borin, at Harrin í dag hevur veitt tær rætt ímóti øllum teimum, ið risnir eru upp ímóti tær.» 32Kongur spurdi Blámannin: «Veit hinum unga Absaloni væl við?» Blámaðurin svaraði: «Fari fíggindum tínum, harra kong, og øllum, ið rísa upp ímóti tær til tess at meina tær, eins og farið hevur sveini hesum!»
Sorg Dávids
33Tá tók kongur at nøtra og fór niðan í hølið uppi yvir borgarliðinum; og sum hann grátandi gekk har aftur og fram, kvartaði hann: «Absalon, sonur mín! Absalon, sonur mín! Gævi eg var deyður í tín stað! Absalon, sonur mín, sonur mín!»
Currently Selected:
Seinna Sámuelsbók 18: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society