Seinna Sámuelsbók 18:9-10
Seinna Sámuelsbók 18:9-10 FB
Tá barst so á, at Absalon kom fram á nakrar av Dávids monnum; men hann reið á múldjóri; og tá ið múldjórið kom inn undir greinarnar á miklari steineik, dreivaðist høvur hansara fast í steineikina, so at hann varð hangandi millum himins og jarðar, meðan múldjórið rann burtur undan honum. Maður, ið varð varur við hetta, segði tá Jóabi frá og mælti: «Eg sá Absalon hangandi uppi í eini eik.»





