Bible App logo
Search Icon

Seinna Kongabók 3

3
Jóram av Ísrael og Mesja av Móab
1Jóram, sonur Ákabs, varð kongur í Sámáriu yvir Ísrael á átjanda ríkisári Jósafats kongs í Júda; og hann sat sum kongur í tólv ár. 2Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, tó ikki eins og faðir og móðir hansara, tí at hann tók burtur tær steinsúlur, ið faðir hansara hevði reist Báali. 3Men hann helt fast við tær syndir, sum Jeróboam Nebatsson hevði tølað Ísrael til at synda; teimum lætti hann ikki av.
4Mesja, kongur í Móab, átti fenað, og greiddi hann Ísraels kongi í skatti hundrað túsund lomb og ullina av hundrað túsund veðrum. 5Men tá ið Ákab var deyður, breyt Móabs kongur seg undan Ísraels kongi. 6Tá helt Jóram kongur alt í einum avstað úr Sámáriu og fór at kanna allan Ísrael. 7Samstundis sendi hann Jósafati, Júda kongi, hesi boð: «Móabs kongur hevur brotið seg undan mær; vilt tú koma við mær í hernað móti Móabitum?» Hann svaraði: «Ja, eg eins og tú; mín tjóð eins og tín; mínir hestar eins og tínir hestar!» 8Og hann spurdi: «Hvørja leið eiga vit at halda?» Hann svaraði: «Leiðina gjøgnum Edóms reyn!»
9Løgdu teir tá avstað, Ísraels kongur, Júda kongur og Edóms kongur. Men tá ið teir vóru komnir sjey dagsferðir fram, hevði herurin einki vatn; og heldur ikki fenaðurin, ið teir høvdu við sær. 10Tá mælti Ísraels kongur: «Nú er illa vorðið! Harrin hevur boðið hesum trimum kongum út til tess at geva teir upp í hendur Móabita!» 11Men Jósafat mælti: «Er her eingin profetur, ið kann leita okkum ráð við Harran?» Tá svaraði ein av tænarum Ísraels kongs og segði: «Her er tann Elisa Sjáfatsson, ið oysti vatn á hendur Elia.» 12Jósafat segði: «Hjá honum er orð Harrans!» Síðan fóru teir oman til hansara, Ísraels kongur, Jósafat og Edóms kongur.
13Men Elisa segði við Ísraels kong: «Hvat havi eg at gera við teg? Far til profetarnar hjá faðir tínum og móður tíni!» Ísraels kongur svaraði honum: «Nei, tí at Harrin hevur kallað hesar tríggjar kongar til tess at geva teir upp í hendur Móabita!» 14Tá mælti Elisa: «So satt sum Harri herliðanna livir, fyri hvørs ásjón eg standi, var tað ikki fyri at sýna Jósafati, Júda kongi, vælvild, hevði eg ikki givið tær gætur, tíansheldur hugt at tær! 15Men fáið mær ein streingjaleikara!» Tí at hvørja ferð streingjaleikarin sló streingirnar, kom hond Harrans yvir hann. 16Síðan mælti hann: «So sigur Harrin: Gravið gryvju við gryvju her í dalinum. 17Tí at so sigur Harrin: Hvørki munnu tit hoyra vind ella síggja regn, og kortini skal hesin dalur verða fyltur við vatni, so at tit mega drekka, bæði herur tykkara og fenaður. 18Tó er hetta Harranum ikki nóg mikið, hann vil eisini geva Móab upp í hendur tykkara, 19so at tit vinna á øllum víggirdum borgum og úrvalsborgum, øll aldintrø munnu tit fella og tippa allar vatnslindir og spilla allan gróðurmiklan bø við gróti!» 20Morgunin eftir, um tað mundið, tá grónofrið varð framborið, kom vatn úr ættini frá Edóm, so at landið fyltist við vatni.
21Men tá ið tað frættist um alt Móab, at kongarnir vóru komnir at herja á teir, varð hvør maður, ið førur var til víggja, samankallaður. Síðan fylktu teir seg við markið. 22Men tá ið Móabitar um morgunin snimma fóru upp, og sólin skein á vatnið, sýntist teimum vatnið framman fyri teir vera reytt eins og blóð. 23Tá rópaðu teir: «Hatta er blóð! Kongarnir eru samanroknir og hava jarðlagt hvør annan. Leggið nú út eftir herfongi, Móabitar!» 24Men tá ið teir komu fram at herbúðum Ísraels, lupu Ísraelsmenn upp og bardu Móabitar, so at teir flýddu undan teimum. Síðan brutust Ísraelsmenn inn í landið og vunnu av nýggjum sigur á Móabitum. 25Borgirnar brutu teir niður, allan góðan bø grýttu teir hvør við sínum steini og fyltu hann við gróti; hvørja vatnslind tiptu teir og feldu øll gróðrargóð aldintrø. At endanum var einans Kir-Háresjet eftir, og ta borgina kringsettu sleingjugarparnir og kastaðu á hana. 26Tá ið Móabs kongur sá, at hann var við undirlutan í orrustuni, savnaði hann um seg sjey hundrað mans við bregðaðum svørðum til tess at bróta seg ígjøgnum har, sum Edóms kongur var fyri, men teir kundu tað ikki. 27Tá tók hann frumgitna son sín, ið átti at taka ríki eftir hann, og ofraði hann sum brennioffur uppi á borgargarðinum. Tá kom mikil vreiði yvir Ísrael, og teir hildu ferðini burtur haðan og snúðust heim aftur í land sítt.

Currently Selected:

Seinna Kongabók 3: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in