YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Kongabók 2

2
Himnaferð Elia
1Tá ið Harrin ætlaði at lata Elia fara til himins í storminum, vóru Elia og Elisa á ferð úr Gilgal. 2Elia segði nú við Elisa: «Verð tú eftir her, tí at Harrin hevur sent meg til Betel.» Men Elisa svaraði: «So satt sum Harrin livir, og tú livir, vil eg ikki skiljast við teg!» Teir fylgdust tá oman til Betel. 3Tá komu profetasynirnir í Betel út ímóti Elisa og søgdu við hann: «Veitst tú, at Harrin ætlar at taka harra tín frá tær í dag?» Hann svaraði: «Eg veit tað væl; verið tigandi!» 4Tá segði Elia við hann: «Verð tú eftir her, Elisa, tí at Harrin hevur sent meg til Jeriko.» Men hin svaraði: «So satt sum Harrin livir, og tú livir, vil eg ikki skiljast við teg!» Teir fylgdust tá til Jeriko. 5Men profetasynirnir í Jeriko komu til Elisa og søgdu við hann: «Veitst tú, at Harrin ætlar at taka harra tín frá tær í dag?» Hann svaraði: «Eg veit tað væl; verið tigandi!» 6Uppaftur mælti Elia við hann: «Verð tú eftir her, tí at Harrin hevur sent meg til Jórdan.» Men hin svaraði: «So satt sum Harrin livir, og tú livir, vil eg ikki skiljast við teg!» Tá fóru teir til gongu báðir saman. 7Men fimmti av profetasonunum fóru aftaná og vórðu standandi eitt sindur burturfrá, meðan teir báðir steðgaðu við Jórdan.
8Tá tók Elia skikkju sína, legði hana saman og sló vatnið, ið skildist sundur og var standandi báðumegin, so at teir báðir gingu turrskøddir yvirum. 9Men tá ið teir vóru komnir yvirum, mælti Elia við Elisa: «Bið um okkurt, sum eg skal veita tær, áður enn eg verði tikin frá tær!» Elisa svaraði: «Gævi at tveir triðingar av anda tínum mega koma yvir meg!» 10Tá mælti hann: «Tað eru ikki smámunir, tú krevur! Men sært tú meg, tá ið eg verði tikin frá tær, skal hetta verða tær givið, annars ikki!» 11Meðan teir nú gingu og talaðu saman, tá kom alt í einum eldvagnur við eldhestum fyri og skildi teir sundur. Og Elia fór til himins í storminum. 12Tá ið Elisa sá hetta, rópaði hann: «Faðir mín, faðir mín, tú Ísraels vagnar og reiðmenn!»
13Síðan tók hann upp skikkjuna hjá Elia, ið var dottin av honum, snúðist aftur og steðgaði við Jórdan. 14Og hann tók skikkjuna hjá Elia, sum var dottin av honum, og sló vatnið og mælti: «Hvar er nú Harrin, Guð Elia?» Men tá ið hann hevði sligið vatnið, skildist tað sundur og varð standandi báðumegin; og Elisa gekk yvirum. 15Men tá ið profetasynirnir í Jeriko, sum vóru har í nánd, sóu hetta, søgdu teir: «Andi Elia er komin yvir Elisa!» Og teir komu ímóti honum og lútaðu honum til jarðar. 16Og teir søgdu við hann: «Sí, her eru við tænarum tínum fimmti raskir menn; lat teir fara at leita eftir harra tínum; kanska hevur andi Harrans tikið hann og varpað honum niðan á okkurt fjall ella oman í onkun dal!» Men hann svaraði: «Ongan skulu tit senda!» 17Men tá ið teir alsamt strongdu á hann, segði hann: «Sendið teir tá!» Teir sendu tá fimmti mans, ið leitaðu eftir honum í tríggjar dagar, men funnu hann ikki. 18Og tá ið teir komu aftur til Elisa, sum tá var staddur í Jeriko, segði hann við teir: «Var tað ikki tað, eg segði við tykkum, at tit skuldu ikki fara?»
Elisa reinsar vatnið við Jeriko
19Borgarmenninir søgdu nú við Elisa: «Borgin liggur óivað væl fyri, sum tú sjálvur sært, harri; men vatnið er ringt og man elva, at burðir her í landinum ikki koma av tíð.» 20Hann svaraði: «Fáið mær nýggja skál og latið salt í hana!» Teir so gjørdu. 21Síðan fór hann út at kelduni, blakaði saltið í hana og mælti: «So sigur Harrin: Eg geri hetta vatn heilnæmt; ongantíð skal tað aftur elva deyða ella tað, at burðir ikki koma av tíð!» 22Síðan hevur vatnið verið heilnæmt og er tað enn í dag samsvarandi tí orði, sum Elisa talaði.
Elisa revsar dreingirnar í Betel, sum spotta hann
23Haðan fór hann til Betel; men sum hann gekk niðan vegin, komu smádreingir út úr borgini og fóru at speireka hann og rópa eftir honum: «Mánaskalli, kom higar! Mánaskalli, kom higar!» 24Tá ið hann snúði sær á og bar eyga við teir, bølbað hann teir í navni Harrans; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur fjøruti og tveir av dreingjunum. 25Haðan fór hann til Karmel fjall og snúðist haðan aftur til Sámáriu.

Currently Selected:

Seinna Kongabók 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy