Fyrra Tessalónikubrævið 3
3
Paulus sendir Timoteus til at styrkja teir í trongdum
1Tá ið vit tí ikki longur kundu halda tað út, gjørdu vit av at verða einsamallir eftir í Aten, 2og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guðs í gleðiboðskapinum um Krist, til at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara, 3fyri at eingin skuldi vikast í hesum trongdum. Tit vita tað sjálvir, at til tess eru vit ætlaðir. 4Tí at longu tá ið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum tað frammanundan, at vit skuldu koma at líða trongdir, soleiðis sum tað eisini er hent, og sum tit vita. 5Tí sendi eg eisini boð, tá ið eg ikki longur kundi halda tað út, fyri at fáa at vita um trúgv tykkara, um freistarin mundi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara skuldi verða til einkis.
Paulus takkar Guði fyri góð tíðindi um teir
6Men nú, tá ið Timoteus er komin aftur til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv tykkara og kærleika, og um at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist eftir at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum, 7so hava vit, brøður, av hesum fingið uggan viðvíkjandi tykkum í allari neyð og trongd okkara, við trúgv tykkara. 8Tí at nú liva vit, tá ið tit standa fastir í Harranum. 9Tí at hvørja tøkk kunnu vit geva Guði fyri tykkum, aftur fyri alla ta gleði, sum vit gleðast við um tykkum frammi fyri ásjón Guðs várs, 10meðan vit nátt og dag bønliga biðja um, at vit mega fáa andlit tykkara at síggja og kunnu bøta um tað, sum vantar á í trúgv tykkara?
Paulus biður, at teir mega vaksa andaliga
11Men sjálvur Guð og faðir vár, og vár harri Jesus greiði veg okkara til tykkara! 12Og tykkum fylli Harrin og geri tykkum ovurríkar í kærleikanum hvør móti øðrum og móti øllum, soleiðis sum eisini vit móti tykkum, 13fyri at hann kann styrkja hjørtu tykkara, so at tey verða ólastandi í heilagleika frammi fyri Guði og faðir várum við komu várs harra Jesu saman við øllum heilagum sínum! Amen.
Currently Selected:
Fyrra Tessalónikubrævið 3: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society