Fyrra Sámuelsbók 31:4-5
Fyrra Sámuelsbók 31:4-5 FB
Tá mælti Sául við skjaldsvein sín: «Bregð svørði tínum og renn tað gjøgnum meg, so at ikki hesir óumskornu koma at fara háðuliga við mær!» Men skjaldsveinurin tordi ikki, tí hann ræddist illa. Tá tók Sául sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað. Men tá ið skjaldsveinurin sá, at Sául var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði við honum.





