Fyrra Sámuelsbók 3
3
Harrin birtist Sámueli
1Og hin ungi Sámuel hevði nú tænastu fyri Harranum undir umsjón Eli. Men orð Harrans var forkunnugt á teimum døgum og sjónir ikki tíðar. 2Tá bar so á ein dagin, meðan Eli lá á sínum vanliga staði – men eygu hansara vóru farin at daprast, so at hann sá ikki. 3Og tað var enn ikki sloknað á Guðs lampu; og Sámuel lá í templi Harrans, har sum Guðs ørk var, – 4at Harrin kallaði: «Sámuel, Sámuel!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» 5Og hann rann til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði: «Eg havi ikki kallað á teg; far aftur og legg teg.» Og hann fór og legði seg. 6Og Harrin kallaði uppaftur: «Sámuel, Sámuel!» Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men hann svaraði honum: «Eg havi ikki kallað á teg, sonur mín, far aftur og legg teg.» 7Men enn kendi Sámuel ikki Harran, og honum var ikki enn orð Harrans birt. 8Tá kallaði Harrin uppaftur á Sámuel á triðja sinni. Og hann fór upp og gekk til Eli og segði: «Sí, her eri eg, av tí at tú kallaði á meg.» Men tá skilti Eli, at tað var Harrin, ið hevði kallað á sveinin. 9Tí segði Eli við Sámuel: «Far og legg teg aftur, og verður aftur kallað á teg, tá svara: Tala Harri, tí at tænari tín hoyrir.» Og Sámuel fór aftur á stað sín at leggja seg. 10Tá kom Harrin og steig fram og kallaði eins og tær fyrru ferðirnar: «Sámuel, Sámuel!» Og Sámuel svaraði: «Tala, tí at tænari tín hoyrir.» 11Tá mælti Harrin við Sámuel: «Tílíkt verk man eg gera í Ísrael, at tað skal syngja fyri báðum oyrum á øllum teimum, ið tað hoyra. 12Á tí degi lati eg koma yvir Eli alt tað, ið eg havi talað um hús hansara – frá byrjan at enda. 13Og tú skalt kunngera honum, at eg skal døma hús hansara um ævir, av tí at hann visti, at synir hansara bóðu ilt yvir Guð, og hevði kortini ikki at teimum. 14Tessvegna havi eg svorið viðvíkjandi húsi Eli: Sanniliga skal um ævir misgerð hús Eli ikki verða bøtt við sláturofri ella grónofrum.» 15Sámuel varð nú liggjandi kvirrur, og um morgunin fór hann tíðliga upp og læt upp hurðarnar á húsi Harrans, men tordi ikki at siga Eli frá sjónini. 16Og Eli kallaði á Sámuel og segði: «Sámuel, sonur mín!» Og hann svaraði: «Ja, her eri eg.» 17Og hann segði: «Hvat var tað, hann talaði við teg um? Loyn mær einki! Harrin man gjalda tær bæði nú og framvegis, um tú loynir mær nakað av øllum tí, sum hann talaði við teg um!» 18Og Sámuel segði honum alt samalt og loyndi honum einki. Tá segði hann: «Hann er Harrin; geri hann tað, sum honum líkar!»
Sámuel sum profetur
19Og Sámuel kom til mans, og Harrin var við honum og læt einki av øllum orðum sínum falla til jarðar. 20Og allur Ísrael frá Dán til Beersjebu skilti, at Sámuel var skilaður til at vera profetur Harrans. 21Og Harrin helt áfram at birtast í Silo; tí at Harrin opinberaðist fyri Sámueli í Silo.
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 3: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society