Fyrra Sámuelsbók 24:5-6
Fyrra Sámuelsbók 24:5-6 FB
Tá søgdu menn Dávids við hann: «Nú er dagurin komin, ið Harrin talaði um við teg: Sí, eg man geva tær fígginda tín upp í hendur og far við honum, sum tær líkar best.» Men hann svaraði monnum sínum: «Harrin lati tað vera mær fjart at gera tílíka gerð; nei, eg leggi ikki hond á hann, ið Harrin hevur salvað; tí at Harrans salvaði er hann.» Og hann hevði harðliga at monnum sínum og loyvdi teimum ikki at gera seg inn á Sául.





