Fyrra Sámuelsbók 21
21
Dávid í Nób
1Dávid kom nú til Nób, til Áhimeleks prests, men Áhimelek fór óttafullur út ímóti Dávidi og segði við hann: «Hví kemur tú einsamallur og eingin maður við tær?» 2Men Dávid svaraði Áhimeleki presti: «Kongur beyð mær at reka ørindi og segði við meg: «Lat ongan vita nakað um tey ørindi, ið eg havi sent teg við og álagt tær.» Tessvegna havi eg stevnt sveinunum saman á vissum staði. 3Men hevur tú fimm breyð hjá tær, tá gev mær tey ella okkurt, sum tú hevur fyri hond.» 4Presturin svaraði Dávidi og mælti: «Óheilagt breyð havi eg einki hjá mær, men heilagt breyð mega tit fáa, um bert sveinarnir hava hildið seg burtur frá konum.» 5Tá svaraði Dávid prestinum og mælti: «Vissuliga hava vit ikki verið hjá konum í langa tíð, og tá ið eg fór heiman, vóru likam sveinanna heilag, tó at tað var ein óheilag ferð; tess heilagari mega likam teirra vera í dag.» 6Og presturin gav honum tey heilagu breyðini; tí at har vóru ikki onnur breyð enn sýnisbreyðini, ið tikin verða burtur frá ásjón Harrans, samstundis sum nýbakað verða løgd aftur í teirra stað. 7Men tann dagin var har ein av tænarum Sáuls innibyrgdur fyri ásjón Harrans, Dóeg nevndur at navni; hann var Edómiti og oddamaður hirða Sáuls. 8Tá segði Dávid við Áhimelek: «Hevur tú einki spjót ella svørð her hjá tær? Tí at hvørki svørð mítt ella vápn míni fekk eg tikið við mær, av tí at eg mátti bráðan reka ørindi kongs.» 9Presturin svaraði: «Her er svørð Góliats Filistans, sum tú feldi í Eikidalinum; tað liggur sveipað í klæði fyri aftan akulmyndina; vilt tú hava tað, tá tak tað; tí at her er ikki annað enn tað.» Og Dávid svaraði: «Maki tess er ikki til; fá mær tað.»
Hjá Ákisji kongi í Gát
10Tá fór Dávid avstað og flýddi sama dag undan Sáuli og kom til Ákisjar kongs í Gát. 11Men tænarar Ákisjar søgdu við hann: «Er hetta ikki Dávid, kongur landsins? Var tað ikki um hann, tær kvóðu dansandi: «Sául vá síni túsund, men Dávid vá síni tíggju túsund?» 12Dávid gav sær far um hesi orð og varð ógvuliga ræddur fyri Ákisji kongi í Gát. 13Tá lætst hann at vera heilavillur fyri eygum teirra og leikaði óður, tá ið teir vildu halda honum, bardi á hurðar borgarliðsins og læt slevuna renna niður í skeggið. 14Tá segði Ákisj við tænarar sínar: «Tit síggja jú, at maðurin er heilavillur; hví koma tit til mín við honum? 15Havi eg ikki nóg mikið av ørvitisknokkum, at tit koma við hesum manni til at leika óður fyri mær? Eigur tílíkur at koma í mítt hús?»
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 21: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society