Fyrra Sámuelsbók 15
15
Sául vinnur sigur á Ámaleki
1Sámuel segði við Sául: «Harrin sendi meg at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki hansara; lýð tí boðorðum Harrans! 2So sigur Harri herliðanna: Eg vil hevna aftur á Ámalek tað illa, sum hann gjørdi móti Ísrael, tá ið hann tálmaði teimum ferðina úr Egyptalandi. 3Far nú og herja á Ámalek og víg hann og alt hansara deyðanum; eir honum ikki, men deyða bæði menn og konur, børn og bróstabørn, neyt og seyðir, kamelar og asnar!» 4Sául beyð tá liðinum saman og kannaði tað í Telaim, tvey hundrað túsund mans av gonguherfólki og tíggju túsund Júdamenn. 5Og Sául kom at høvuðsborg Ámaleks og legði seg á loynum í dalinum. 6Men Sául segði við Kenitar: «Skiljið tykkum frá Ámalekitum og farið burtur, so at eg oyði ikki tykkum saman við teimum; tí at tit sýndu jú góðvild móti øllum Ísraelsmonnum á ferð teirra úr Egyptalandi!» Tá fóru Kenitar burtur frá Ámalekitum. 7Og Sául vann sigur á Ámaleki frá Hávila og suður móti Sjúr, ið liggur fyri eystan Egyptaland. 8Og Ágag, kongin hjá Ámalekitum, tók hann livandi; men alt fólkið vígdi hann deyðanum og týndi tað við svørði. 9Sául og fólkið eirdu Ágagi og øllum tí besta av smalum og neytum; øll tey feitu og vælgøddu djór, alt tað besta vildu teir ikki víga deyðanum; men alt tað, ið rak var og ringt – tað vígdu teir deyðanum.
Sámuel havnar Sáuli
10Tá kom til Sámuels hetta orð frá Harranum: 11«Meg iðrar tað, at eg gjørdi Sául til kong, tí at hann er vikin frá mær og hevur ikki framt boðorð míni.» Og Sámuel varð ógvuliga vreiður og rópaði til Harrans alla náttina. 12Tá ið Sámuel morgunin eftir ætlaði sær á fund Sáuls, frætti hann, at Sául var komin til Karmels og hevði reist sær minnisvarða har og var síðan farin oman í Gilgal. 13Og Sámuel hitti Sául; tá segði Sául við hann: «Signaður verði tú av Harranum! Eg havi framt boðorð Harrans.» 14Men Sámuel mælti: «Hvat hevur henda jarmanin av smalum at týða, henda beljanin av neytum, eg hoyri rymja fyri oyrum mínum?» 15Sául svaraði: «Hasum komu teir við frá Ámalekitum; tí at fólkið eirdi tí besta av smalum og neytum til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum; hitt, ið eftir var, vígdu vit deyðanum.» 16Tá segði Sámuel við Sául: «Tað er nóg mikið! Nú skal eg siga tær, hvat Harrin hevur kunngjørt mær í nátt!» Og hann svaraði: «Tala!»
17Og Sámuel mælti: «Tó at tú lítilsvirðir teg sjálvan, ert tú kortini høvdingi yvir Ísraels ættum, og Harrin hevur salvað teg til kong yvir Ísrael. 18Og Harrin beyð tær at fara herferð og segði: Gakk og víg Ámalekitar, hasar syndarar, deyðanum og legg á teir við svørði so dygt, at teir farast med alla! 19Hví hevur tú tá ikki lýtt boði Harrans, men legðist á herfongin og gjørdi tað, ið ikki var rætt í eygum Harrans?» 20Sául svaraði Sámueli: «Eg havi lýtt boði Harrans; eg fór ta herferð, sum Harrin beyð mær at fara, og eg eri komin higar við Ágagi, kongi Ámalekita, og havi vígt Ámalekitar deyðanum. 21Men fólkið tók smalur og stórdýr av herfonginum, tað besta av tí, sum skuldi verið vígt deyðanum, til tess at ofra tað Harranum, Guði tínum, í Gilgal.» 22Tá mælti Sámuel: «Man Harrin leggja so nógv lag í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni móti boðum sínum? Nei, lýdni er betri enn sláturoffur og geymi betri enn veðranetjur. 23Tvørlyndi er ikki mætari enn fjølkunnusynd, og treiskni ikki mætari enn húsgudar. Av tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans, hevur Harrin eisini rikið teg frá kongsdøminum.» 24Tá mælti Sául við Sámuel: «Eg havi syndað og brotið boð Harrans og fyriskipanir tínar; men eg óttaðist fólkið og lagaði meg eftir teimum. 25Men fyrigev mær nú synd mína og kom við mær aftur, so vil eg níga í bøn til Harrans.» 26Men Sámuel svaraði Sáuli: «Eg komi ikki aftur við tær; tí at tú hevur havnað boðorðum Harrans; og nú hevur Harrin havnað tær, so at tú ikki longur verður kongur yvir Ísrael!» 27Og Sámuel snúðist og ætlaði at fara; men Sául treiv í skeytið á skikkju hansara, so tað skrædnaði. 28Tá segði Sámuel við hann: «Harrin hevur í dag skrætt kongsdømið yvir Ísrael av tær og givið øðrum tað, ið betri er enn tú! – 29Og ikki lýgur Harrin, dýrd Ísraels, og ikki iðrar hann seg, tí at hann er ikki maður, so at hann iðrar seg!» 30Tá mælti hann: «Eg havi syndað; men sýn mær nú sóma frammi fyri fólks míns elstu og frammi fyri Ísrael og vend aftur við mær, so at eg kann níga í bøn til Harrans, Guðs tíns!» 31Sámuel snúðist tá aftur við Sáuli, og Sául neig í bøn til Harrans.
Sámuel og Ágag
32Tá mælti Sámuel: «Leiðið mær Ágag, kong Ámalekita, higar.» Og Ágag gekk vælhýrdur til hansara og mælti: «Vissuliga er nú deyðans beiskleiki horvin!» 33Men Sámuel segði: «Eins og svørð títt hevur gjørt konur barnleysar, so skal móðir tín verða barnleys fram um aðrar konur!» Síðan gav Sámuel Ágagi banahøgg fyri ásjón Harrans í Gilgal. 34Sámuel fór so leið sína til Ráma, men Sául fór heim til sín í Sáuls Gibeu. 35Og ongantíð á ævi síni sá Sámuel Sául aftur; tí at Sámuel syrgdi yvir Sául, og Harrin iðraði seg um, at hann nakrantíð setti Sául sum kong yvir Ísrael.
Currently Selected:
Fyrra Sámuelsbók 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society