1
Evangeliið eftir Matteus 17:20
BÍBLIA
FB
Men hann segði við teir: «Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: «Flyt teg hiðani og hagar,» og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum.
Compare
Explore Evangeliið eftir Matteus 17:20
2
Evangeliið eftir Matteus 17:5
Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!»
Explore Evangeliið eftir Matteus 17:5
3
Evangeliið eftir Matteus 17:17-18
Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!» Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund.
Explore Evangeliið eftir Matteus 17:17-18