1
Evangeliið eftir Matteus 16:24
BÍBLIA
FB
Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: «Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær!
Compare
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:24
2
Evangeliið eftir Matteus 16:18
Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:18
3
Evangeliið eftir Matteus 16:19
Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.»
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:19
4
Evangeliið eftir Matteus 16:25
Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað.
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:25
5
Evangeliið eftir Matteus 16:26
Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína?
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:26
6
Evangeliið eftir Matteus 16:15-16
Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.»
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:15-16
7
Evangeliið eftir Matteus 16:17
Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum.
Explore Evangeliið eftir Matteus 16:17