Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists